Mentan

Kári P í Virkinum á Sandi

Leygarkvøldið 11 mai kl 19.00 verður Virkið á Sandi karmur um eina hugnaliga og serstaka konsert, í hugnaligum umhvørvið í Virkinum, har Kári P saman við tónleika úrmælingunum, Finnur Hansen á tangeentum, og Edvard Nýholm Debes á kontrabass fara at framføra sangir av plátunum hjá Kára P, Hinumegin ringvegin og Vælferðavísir.

2024-03-14 07:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Har eru sangir sum t.d. Súrligar nætur í Keypmannahavn, Villar víddir, Ringulríma, Kalli Katt, Meirilutin ræður, – og so nógvir aðrir, ið allir eru vornir fólkaogn.
Eisini verður trivið í onkran av sangunum á EP’unum hjá Debess & Petersen.
Tað eru einans 90 atgongumerkir, og tey fáast á atgongumerki.fo

Seinni um kvøldið fara í Sandoynni legendarisku Ravnar og Geislar at spæla til dans, so hetta verður eitt kvøld sum vil nakað

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder