Mentan

Kápugrælingur í Sørvági

Í gar var hesin vakri Kápugrælinga ungin at síggja á sandinum í Sørvági.

2022-08-23 08:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Kápugrælingur eigur Norðaliga í Europa og Asia, hann er vanliga at síggja nú í August og út í Septembur.

Hann var nýkomin á sandin við Fjallamurrum, Svarthálsum og Tjaldursgrælingum, og er hann ávegis í vetrar vist í tropiska Afrika.

Vaksnir steggjar eru sera vakrir og hava eina stóra kápu sum teir brúka at tiltrekkja bøgurnar við, kápurnar kunnu verða alt frá hvítar, brúnar, rustreyðar til svartar.

Orð og myndir: Rodmund á Kelduni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder