2023-12-09 09:43

Vága kommuna: Endamálið við smáttunum er, umframt at tær hugna um saman við jólaprýddu miðstaðarøkjunum og jólatrøunum, at geva borgarum og frítíðar- og ítróttarfeløgum møguleika at lána smátturnar til tiltøk og smásølu, sum er við til at hugna um í bygdunum í jólamánaðinum.
Møguligt er at lána eina ella tvær smáttur. Tað verða tey sum tekna seg fyrst, sum fáa fyrst.
Á heimasíðuni hjá Vága kommunu ber til at skriva seg upp til smáttur. Tá bíleggingin er móttikin, seta vit okkum í samband við tykkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald