2022-11-04 09:54
Sjómansmissiónin skrivar:
Reiðaríðið Thor í Hósvík hevur fleiri skip í frálandavinnu. Restina av árinum og harvið um jóltíðir koma tey at arbeiða í fýra heimspørtum. Tvey eru í Afrika, eitt í Suðuramerika, eitt í Asia og tvey í Europa.
Í dag var sjómanstrúboðarin á skrivstovuni í Hósvík við jólapakkum til tær seks manningarnar, sum verða umborð á jólum.
Í seinnu helvt av novembur vera manningaskiftini, og tá taka teir pakkarnar við sær umborð.
Tey á reiðarínum siga, at manningarnar eru sera fegnar fyri pakkarnar; eisini um okkurt heitt plagg er í pakkanum og tað eru omanfyri 20 hitastið uttanfyri tá teir pakka upp. Gávan er góð og vælmeint og teir takka hjartaliga.
Hugaligt er at síggja gávumildni frá sjómanskvinnuringunum, bindiklubbum og øðrum fólkum, sum vilja gleða sjófólkið.
Hjartans tøkk øll somul.
Gávurnar kunnu latast inn til Føroya Fiskimannafelagið á Bryggjubakka í Havn, Leguhúsið í Nesvík, Blái Krossur Føroya í Saltangará og Hotel Klaksvík, sjómansheimið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald