Mentan

Jólahugni í Plantasjuni

Sunnudagin, sum er fyrsti sunnudagur í advent, skipar Lions Club Tórshavn millum klokkan 14 og 16.30 fyri sínum árliga jólatiltaki fyri alla familjuna. Í ár fer ágóðin til Jólahjálpina hjá Barnabata.

2023-11-29 13:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Plantasjan verður pyntað við ljósum í greinunum, báli og ljósblussum í ánni, har sum tiltakið er, so tað verður so hugnaligt sum møguligt. Sum vant, ber til at keypa sær jóladekoratiónir.


Eisini kemur Havnar Hornorkestur at seta sín góða dám á løtuna við góðum tónum, og jólamenninir vitja við onkrum góðum til børnini. Eisini til at keypa sær kakao og bollar.


Talan er um eitt tiltak fyri alla familjuna, samstundis sum fólk – eins og vanligt er, tá Lions Club Tórshavn skipar fyri – kunnu stuðla einum góðum og vælgerandi endamáli.


Hesaferð hevur Lions Club Tórshavn gjørt av, at ágóðin frá jólatiltakinum skal fara til Jólahjálpina hjá Barnabata.




MYNDATEKSTUR:


Tað er altíð stak hugnaligt í Plantasjuni, tá Lions Club Tórshavn skipar fyri sínum árliga jólahugna fyrsta sunnudag í advent millum klokkan 14 og 16.30

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder