Mentan

Jóhanna hevur verið virkin í Støkk flestu árini síðani 1966

Lívsjáttandi søga um sjálvboðið arbeiði innan fimleik í heili 57 ár.

2023-03-28 09:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Hartaliga tillukku Jóhanna Petersen.
Í strategiini hjá ÍSF "Í felag fram ímóti felag málum" stendur um sjálvboðin: "Sjálvboðin eru lívæðrin í føroyskum ítrótti, tí ítróttafelagsskapurin er grundaður á eldsálir og sjálvboðin í øllum liðum av arbeiðinum."

Málið hjá ÍSF er, at í 2026 skulu 50% av føroyingum vera partur av sjálvbodnu fjøldini. Í 2021 var hetta tal 38%.
Strategiin hjá ÍSF kann síggjast her https://bit.ly/3ITc03e
 
Fimleikarafelagið Støkk skrivar:
 
Leygardagin 25. mars gjørdist Jóhanna Petersen heiðurslimur í Støkk. Jóhanna hevur verið virkin í Støkk flestu árini síðani 1966, tá felagið varð sett á stovn. Hon hevur vant bæði børn, ung og vaksin gjøgnum árini, og seinnu árini hevur hon saman við Jóhonnu Troest undirvíst kvinnum 55+ í lættari motión og linedance. Eisini var hon við á felagsliðnum, sum tók lut í framsýningunum í ár. Frammanundan hevði Støkk tríggjar heiðurslimir, sum eru Jóhanna Troest, Kai Aage Troest, sáli og Jóhan Kjeld, sáli.
Vit ynskja Jóhonnu Petersen enn einaferð hjartaliga tillukku við heiðrinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder