Mentan

Jógvan Kristiansson Glerfoss í Gamla Seglhúsinum

Sunnudagin tann 16. oktober 2022 letur upp listaframsýning við Jógvan Kristiansson Glerfoss.

2022-10-15 13:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fernisering verður sunnudagin klokkan 16:00 og eru øll hjartaliga vælkomin á gátt, fyri at njóta hesa forvitnsligu framsýning, sum umfatar 19 nýggj verk.

Umframt lættari ábit, tónleik verður eisini møguligt at heilsa uppá listamannin sjálvan.

Framsýningin hongur uppi fram til 6. november 2022 og kann síggjast:

Mánadag til fríggjadag 14:00 til 17:00 og Sunnudag 15:00 til 19:00.

Um ikki ber til at møta til hesar tíðir, er møguligt at ringja 217055 fyri at finna eina hóskandi tíð.

Hjartaliga vælkomin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder