Mentan

Jógvan Falkvard 90 ár

 Í dag fyllir ein bygdamynd í Sørvági 90 ár. Tað er Jógvan Andrias Falkvard, ella bara Dunga-Jógvan sum vit kenna hann best.

2023-11-06 22:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sørvágs Kommuna:

Jógvan er sørvingur, og foreldrini vóru: Josefina, f. Johannesen, úr Vestmanna, og Hans Falkvard, úr Sørvági. Tey fingu átta børn, og Jógvan er nummar fýra í røðini.

Jógvan giftist Elitu Heinesen úr Sandavági, og tey fingu fýra børn.
Jógvan hevur verið á sjónum alt sítt lív. Hann fór til skips 14 ára gamal, og hevur verið við fiski,- og farmaskipum, og eins og nógvir aðrir sørvingar, hevur hann róð út í Grønlandi. Seinni fekk hann sær útróðrarbát og bleiv útróðrarmaður burturav, og tað eru ikki nógv ár síðani hann gavst í tí yrkinum.

Í dag var varaborgarstjórin, Elsebeth Davidsen, framvið á Dunga við blómutyssi til Jógvan, sum til dagsins høvið hevði latið seg í ein hatt, ið abbi hansara hevði átt.

Sørvágs kommuna ynskir Jógvani hjartaliga til lukku við 90 ára degnum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder