Portal.fo skrivar:
Í dag, 5. apríl hevur mæta skaldið Jóanes Nielsen 70 ára føðingardag og í tí sambandinum verður føðingardagshald í Løkshøll frá klokkan 19.00.
Í ár eru tað eisini 45 ár síðan, Jóanes á fyrsta sinni trein inn á føroyska bókmentapallin við fyrsta yrkingasavninum, - Trettandi mánaðin.
Skráin fyri føðingardagshaldið er eins fjøltáttað og avrikini hjá høvuðspersóninum sjálvum. Rithøvundafelagið og Tjóðpallur Føroya heilsa honum við yrkingaupplestri og monologum úr leikverkum. Harumframt verða nøkur filmsbrot og tónleikaframførslur við Kára Sverrissyni, Daniu O. Tausen og Sámali Ravnsfjall, sum øll hava navnframar tónleikarar afturat sær.
Eisini fara Landsstýriskvinnan við mentamálum, Sirið Stenberg, borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Torbjørn Jacobsen, og dekanur og lektari í bókmentum, Bergur D. Hansen at bera Jóanesi eina føðingardagskvøðu.
Kaffi og lagkøka eru at fáa frá klokkan 18.30 og til tiltakið byrjar. Føðingardagshaldið er alment og ókeypis, men krevur tilmelding á loksholl.fo
Runavíkar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald