Síðan Jasmin Mote legði bólkin JASMIN í dvala og avdúkaði sítt nýggja artistnavn jazzygold í 2023, hava vit fingið 4 frálík stakløg: boring like me, dyed my hair red, lonely afterparties og day off og so hevur hon eisini fingið frálík ummæli á festivalum uttanlands. Hon hevur veri í Englandi, Íslandi, Norra (nakrar ferðir) og Hollandi, men nú er hon endiliga klár at koma heim at spæla nakrar konsertir og ein av teimum verur til mentanarnáttina í Tvøroyri í maj.
Hon hevur arbeitt við nýggjum tilfari í langa tíð, so her kunnu tit fáa ein smakk uppá hvat er í væntað í framtíðini. Kom til konsert og kava niður í kompleksa hugaheimin hjá eini kvinnu í tjúgunum, ið livir tað góða lívið. jazzygold er erlig, verulig og tað hoyrist bæði í tónleiki og rödd, og sæst í tekstum og visuals. Hetta er ein sjussur blandaður úr RnB kendum soulpoppi, framúrskarandi visuals og nógvum bling bling, erligheit og fangandi lögum.
Bólkurin Jazzygold verður at hoyra í miðbýnum á Tvøroyri fríggjadagin 31. mai - forsømið tykkum ikki, men komið framvið og upplivið spennandi bólkin, ið uttan iva hevur eina spennandi framtíð, ikki "einans" í Føroyum, men eisini uttanfyri landoddarnar!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald