Jazz-brak í Norðurlandahúsinum
Tórshavnar Big Band og SWAY duga hvør sær serstakliga væl at fáa áhoyrararnar og alt rundan um seg at svinga. Hvat kann tað ikki blíva til, tá Tórshavnar Big Band og SWAY trína á pallin saman? Tað finna vit út av tann 28. januar, tá tey fyri fyrstu ferð fara at framføra saman í Norðurlandahúsinum. Man tað ikki fara at vera ein uppliving av teimum heilt stóru - ein sum vit leingi fara at kenna í kroppinum?
Norðurlandahúsið hýsir 5 jazzkonsertum í sambandi við Vetrarjazz 2023.
- januar spæla Pierre Dørge & New Jungle Orchestra, sum spæla tónleik við íblástri úr øllum heiminum, m.a. úr Grønlandi, India, USA, Afrika, Miðeystri og Sibiria, og - sum sigst - kunnu umvenda jazzhatarar til jazzelskarar. Um so er tú kennir onkran, sum ikki leggur í jazz er møguleikin fyri umvending her.
27. januar spælir norski bólkurin, Flukten, og svenski tónleikarin og komponisturin, Ilaria Capalbo. Bæði nøvnini eru millum tey allarbestu á norska og svenska jazzpallinum.
28. januar verður jazzur til tey smærri. Tá fara Kristian Blak og Sway at hátíðarhalda, at barnaútgávan, Nósi, verður 40 ár. Seinni saman dag verða 2 spennandi konsertir við Tórshavnar Big Band og SWAY, sum fara at fáa alt Norðurlandahúsið at svinga.
Um tú hevur Jazzpass til Vetrarjazz er ikki neyðugt at keypa atgongumerki. Um ikki, er best at keypa atgongumerki frammanundan á nlh.fo
SKRÁ
26. januar kl. 19.30
Pierre Dørge & New Jungle Orchestra (DK)
- januar kl. 19.30
Flukten + Ilaria Capalbo (NO/SE) - januar kl. 14
Kristian Blak og Sway - Nósi 40 ár - januar kl. 16
Tórshavnar Big Band v/SWAY - januar kl. 19.30
Tórshavnar Big Band v/SWAY
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald