Mentan

Jarðarinnar tími 2024

.

2024-03-22 14:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Vága kommuna verður, eins og undanfarin ár, við í átakinum Earth Hour, ella á føroyskum jarðarinnar tími, í 2024. Leygarkvøldið 23. mars frá kl. 20.30 til 21.30 verða øll ljósini í kommununi sløkt í 1 tíma

Endamálið við átakinum er, at varpa ljós á veðurlagsbroytingar og umhvørvi, eitt heimsumfatandi átak, ið byrjaði í 2007 í Sydney, har fleiri býir og kommunur eru við og tað legst afturat á hvørjum ári. Átakið er samstundis við til at geva fólki og fyritøkum íblástur til at virka fyri umhvørvinum.

Vit heita á borgarar í kommununi um at sløkkja ljósið í 1 tíma, og njóti løtuna at vera saman, spáka ein túr ella fari út í tún í grannaløgunum, fyll termofløskuna við kaffi, far í eina heita troyggju ella við teppi um herarnar, taki grønu sangbók við, og brúki so løtuna at vera saman, syngi, tosi um umhvørvi og kaga upp í himmalin. Nýti hendan tíman til eitthvørt, ið gagnar okkum menniskjum og klótuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder