Annað

Innbrot í Bónus í Miðvági

Um vikuskiftið var innbrot í Bónus í Miðvági

2025-02-04 08:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Náttina til sunnudagin var innbrot í Bónus í Miðvági. Tann sum hevur brotið inn hevur tikið pengar. 

Annars verður upplýst av løgreglustøðini, at løgreglan tók ein 16 ára gamlan drong í gjár, sum koyrdi bil.

Í gjárskvøldið gjørdi løgreglan ferðslukanningar við Áir, og har fingu trý fólk klipp. Tey koyrdi 109, 106 og 101 km/t.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder