Stelkur og Bakur landa í Runavík
Partrolararnir Stelkur og Bakur landa til Faroe Origin í Runavík, teir hava 270.000 pund, meginparturin er upsi.
Túgvusteinur landar svartkalva í Havn
Garnaskipið Túgvusteinur landar til Barðið í Havn, teir hava útvið 7.000 pund av svartkalva, Túgvusteinur hevur roynt eystanfyr
Volunteer landar á Toftum
Línubáturin Volunteer landar 10.000 pund á Toftum, teir høvdu roynt eystanfyri.
Thor landar svartkalva í Havn
Garnaskipið Thor landar 9.000 pund av svartkalva til Barðið í Havn, teir hava roynt eystanfyri.