Mentan

Andakt

.

2025-10-13 14:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder




Syndajáttan
Meðan eg tagdi, tærdust míni bein av míni stynjan tann líðilanga dag; tí tungt lá á mær hond tín bæði nátt og dag. Mín lívsalvi tornaði upp sum í brennandi summarhita. Sela. Tá segði eg tær mína synd og duldi ei misbrot míni. Eg segði: ”Fyri Harranum eg vil kennast við misgerðir mínar;” og tú, tú fyrigavst mær syndasekt mína. Sálmur 32.

Stokkut var gleðin av tí illgerð, sum Dávid kongur framdi. Hann talar tí av beiskum royndum í hesum sálmi. Sálmurin er ivaleyst vorðin til beint eftir, at Dávid hevur fingið endurreisn eftir djúpa fallið við Betsebu, konuni hjá Urias, og teimum syndum, sum fylgdu í kjalarvørrinum av tí. Í langa tíð hevði hann veri gjøgnum ein sváran sálarbardaga, sum nívdi inn at beini. Hann vildi ikki játta sítt fall fyri Guði, og tí var hann ein friðleysur maður, hann, ið áður meira enn nakar, hevði roynt Guðs náði og ríkidømi.

Dávid sýnir okkum, hvat tað førir til at fjala seg fyri Guði. Meðan eg tagdi. Tað er eitt dapurt petti í lívssøguni hjá mongum menniskjum. Hvussu Dávid hevur kent tað hesa longu tíð, meðan hann tagdi, kunnu vit bara hugsa okkum. Hann vildi ikki gloyma ella sleppa Guði, samstundis orkaði hann ikki at síggja inn í sítt egna hjarta. Umberingar hava ivaleyst eisini veri nógvar, sum plástur á sárið: Eg eri jú kongur, og kann tí loyva mær meira enn onnur. Men hetta var ósatt. Tí tornaði lív hansara upp innanífrá. Minnini um tey túsuntals prógv um Guðs kærleika og trúfesti, sum hann hevði havt í lívinum, voldu honum svárastu líðingar.


Jú danin J. P. Jacobsen hevur rætt, tá ið hann sigur:
Det bødes der for i lange år,
sum kun var en stakket glæde;
det smiler man frem i en flygtig stund,
man i år ei bort kan græde.
Det rinder sorg, rinder harm af roser røde

Men tað kom ein dagur, tá ið Dávid ikki kundi tiga longur. ”Tá segði eg tær synd mína og duldi ei missbrot míni. Fyri Harranum eg vil kennast við misgerðir mínar og tú fyrigav mær syndasøk mína.” Einfaldari kann tað ikki sigast: Eg segði tær, tú fyrigav mær, tað var alt. Kirkjufaðirin Augustin segði: ”Syndajáttan er ikki meira enn komin um varrarnar, tá er sárið grøtt í hjartanum.”Undarligt at kunna pína seg sjálvan langar tíðir við tí, sum kann avgreiðast eitt eygablikk. Tað er satt sum ein gamal biskupur tók til: Guð hevur himmalin fullan av syndanna fyrigeving til okkum, men hann fær ikki veitt okkum hana so leingi vit ganga runt og ployta.
Nær havi eg angra nóg mikið? Tá ið eg havi sagt tað við Guð. Fráfall er, ikki at játta mítt fall fyri honum.

John S. Myllhamar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder