
FSF: Í níggjundu royndini eydnaðist tað føroyska manslandsliðnum at fáa bilbugt við kekkar. Og talan var eisini um ein heilt fantastiskan sigur, ið uttan iva telist millum teir allar fagrastu hjá føroyska landsliðnum.
Kekkia, ið er næstan hundrað pláss omanfyri Føroyar á FIFA listanum, varð sunnudagin sent av Tórsvølli við einum 2-1 tapi í skjáttuni.
Í steðginum var málleyst, men tá seinni hálvleikur var hálvrunnin legði Hanus Sørensen Føroyar á odda eftir framúr gott spæl.
Kekkar javnaðu løtu seinni, men tað gingu bara tríggir minuttir, so vóru Føroyar aftur á sigurskós. Málskjútti var Martin Agnarsson.
Tomáš Souček og hansara menn royndu at trýsta seinastu løtuni, men sum drangur í brimi stóð føroyska verjan stinn. Vatnhamar, Edmundsson, Færø og hinir á føroyska liðnum vóru ein ov stór uppgáva fyri kekkisku spælararnar.
Sigurin ber við sær, at Føroyar nú hava 12 stig í bólki L í undankappingini til HM 2026, meðan Kroatia og Kekkia eru nummar eitt og tvey í bólkinum við ávikavist 16 og 13 stigum. Montenegro hevur 6 stig, og aftast er Gibraltar, ið hevur fyrsta stigið til góðar.
Næsti dystur hjá føroyska manslandsliðnum verður á útivølli um ein mánað, fríggjadagin 14. novembur, tá Kroatia tekur ímóti á HNK Stadion í Rijeka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald