Politikkur

Tjóðskapur er praksis, ikki bert ímyndan

Røða á Føroya Fólkaháskúla ólavsøkuaftan 2026

2026-07-30 13:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tjóðskapur er íborin


Mítt føðiland, tú ríkt ert fyri mær,

um eingin annar kann tað ríka finna.

Hin sterka bylgja, sum mót strondum slær,

man meg á fagrar, fornar søgur minna.

Soleiðis yrkir Hans Andrias Djurhuus í væl umtókta fosturlandssanginum, ið dúgliga verður sungin í kóri á Ólavsøku. Jú sanniliga er føðilandið ríkt fyri mær og okkum øllum, ið her eru savnað. Vit teljast millum ríkastu lond í heiminum, vit hava staðið ímóti ágangi í øldir og kunnu við stoltleika minnast aftur á fagrar, fornar søgur.

Tó er eitt orð, ið er serligt í hesum ørindi: Mítt føðiland. Hetta er ikki bert eitthvørt land, men landið, har vit eru fødd; landið, vit eru fødd inn í. Stundum gloyma vit, at orðið “tjóð” merkir “natión”, ið aftur merkir “føðing”. At vera limur í eini tjóð, er at verða føddur inn í hana. Ein tjóð er sett saman av ættum, ið er sett saman av húskjum. Sum tjóð eru vit øll partur av eini stórari víðkaðari familju við felags máli, felags mentan, felags siðvenjum.

Benedict Andersson, stjórnmálafrøðingur, segði væl at merkja, at natiónin - tjóðin - er ein ímyndaður felagsskapur (Imagined Community). Hetta er ein konstruktivistisk fatan, ið leggur upp til, at vit bara kunnu ímynda okkum viðurskifti, soleiðis at tey verða til. Eg vil tó mótmæla eintýðugu konstruktivismuni, tí hon fangar ikki týdningin av “realum” - veruligum - viðurskiftum, tá ið tað kemur til tjóðskap. At vera føroyingur er ikki bara nakað man kann ímynda sær; tað er ein áralong kropslig læring, ið er treytað av tí jarðfrøðiliga, havfrøðiliga og veðurfrøðiliga veruleika, vit liva í; av tí mati, vit eta og av teimum veruligu sosialu sambondum, vit eru uppald við.

Sjálvt málið er ein fysiskur veruleiki, ikki bert nakað, man kann hugsa seg til. Livandi málið krevur praksis, og tað krevur meistran av ljóðbylgjum og stórt intersubjektivt innlit. Við øðrum orðum krevur tað áralanga praktiska venjing; ikki bara “ímyndan” ella “góðan vilja” at gerast føroyingur. Fyri at vera føroyingur, skal man vera sosialiseraður í Føroyum og hava ognað sær tey krøv, tilveran í hesum fjarskotna oyggjalandi setir.

Soleiðis verða vit ikki bara fødd inn í eina tjóð. Tjóðin verður íborin í okkum, ikki bara nakað, vit ímynda okkum ella ynskihugsa. Tjóðin er praksis, ikki bara nakað, vit konstruera og ímynda okkum.

Føroyar fyri flytifuglar


Hoyrt havi eg títt kvæði, vilt og treyst,

á vetri og á vársins fríska degi,

á ljósum sumri og um myrka heyst.

Tað er so sterkt, so dragandi og egið.

Ferðafólk ferðast til Føroya í túsundatali, hetta fyri at uppliva okkara serstøku mentan og okkara serstøku natúru. Tíverri uppliva vit eisini, at fólk koma til Føroya at svala sær á, tí á hásumri er eftirhondini vorðið ótolandi heitt nógvastaðni á meginlandinum. Í løtuni eru risastórir skógareldar kring Europa. Ferðafólk eru eitt sindur sum tjøldur, ið koma á vári og fara aftur á heysti - ella sum oknir, ið millumlenda í Føroyum ávegis til Íslands.

Men vit føroyingar eru sum starin: “Sturnus vulgaris faeroensis”. Vit búleikast her alt árið, og skulu tola vetursins vandar, kulda og myrkur, eins væl og vakurleikan á sumri. Vit eru uppald av havsins hørðu treytum. “Vit byggja jú ikki Føroyar av praktiskum orsøkum”, sum Heðin Brú segði á sinni, og legði hann afturat: “Tað er okkurt annað inni í okkum, ið ger, at vit eru her”. (Tíðindablaðið 10. Apríl 1974) Nei, vit búgva jú í Føroyum, tí at vit eru sosialiserað til at búgva í Føroyum. Eitt er at vera í Føroyum í stytri tíð, men fyri veruliga at kunna trívast í Føroyum eitt langt lív, má man brýnast av teimum umstøðum, landið gevur.

Vit eru “stararnir”, ið eru her summar og heyst, vetur og vár. Vit eru fólkið, ið gagnnýtir landið alt árið - eru partur av landsins natúrligu ringrás. Og tó - fleiri okkara eru eisini flytifuglar við arbeiðum uttanlands og nógvum uttanlandsferðum til fjarskotin lond. Og umvent koma nógvir útlendingar til Føroya at arbeiða ella ferðast. 

Trupulleikin við at nógvir útlendingar koma til Føroya, er ikki bert mentanarligur og málsligur. Hetta elvir eisini til, at føroyingar verða trokaðir burtur - “crowded out” - úr sínum bústøðum; sínum býlingum, sínum bygdum. Eitt er, at bústaðir verður brúktir til stutttíðarleigu heldur enn sum langtíðarbústaðir, men økta talið á ferðafólki og “arbeiðsmegi” trýstir eisini prísstøðið upp - til stóran skaða fyri vanliga føroyingin. Herit Albinus, búskaparfrøðingur, skrivaði í tíðargrein í summar, at “vit velja at reka ein bústaðarpolitikk, sum ikki tekur hond um trupulleikan við stutttíðarleigu, og raðfestir tørvin hjá ferðavinnu hægri enn tørvin hjá okkum, ið búgva her.” (Sosialurin 26. juni)

Føroyar eru ikki longur bert í eini natúrligari ringrás, men eru vorðnar eitt stað, har globalir streymar gera alsamt størri inntriv. 

Globaliserað gestablídni


So álvarsmikið fjalladunið er,

tá stormur breiðir út teir víðu veingir,

tá sær mítt eyga eina aðra verð,

har ljóða tínir djørvu, treystu sangir.

Í dag eru Føroyar eitt globaliserað samfelag. Nærum einki í modernaðu Føroyum er úr Føroyum - annað enn grótið vit byggja á, vatnið vit drekka, partur av okkara mati og einstøk pløgg - og so sjálvt fólkið, ið búleikast her - tey flestu.

Eitt er, at føroyskar (fiska)vørur í hópatali verða fluttar av landinum og vekslaðar um til útlendskar vørur, ið tilsamans hava bygt okkara modernaða land: sement, asfalt, jarn, timbur, glas, plast - ja alt tað tilfar, ið hevur broytt Føroyar frá at vera eitt siðbundið samfelag til at gerast eitt modernað samfelag. Í modernaðum føroyskum bygningum er nærum einki føroyskt, annað enn sandurin í sementinum og grundin, ið bygningurin stendur á - kanska onkur flagtekja her og har. Umframt hetta er sjálvandi føroyskt vatn, ið er lagt inn til bygningin. Men í høvuðsheitum eru modernaðu Føroyar eitt útlendskt produkt. Og verri enn: tað nógva av tí, vit eta, er innflutt. Tað mesta av okkara klæðum eru innflutt. “Vit eru føroyingar, serstøk tjóð”, skrivaði Regin Dahl á sinni. Men í veruleikanum verða vit alsamt minni serstøk, so hvørt sum vit yvirtaka útlendskt bygningstilfar, útlendsk klæði, útlendskan mat o.s.fr. Við hesum fylgir eisini útlendskt tankagóðs, útlendsk virði og - ikki minst - útlendskt mál. Broytist praksis, broytist eisini tjóðin.

Eitt eyka aspekt av hesum er tilflytingin og ferðavinnan. “Hetta er ikki Disneyland!” stóð fyri árum síðani skrivað á eini bingju í Saksun. Men jú, Føroyar eru væl á veg at gerast eitt “Disneyland”, tí tað verður marknaðarført soleiðis kring heimin. “Tá sær mítt eyga eina aðra verð” kemur í staðin at merkja, at vit yvirtaka ferðafólksins skoðan (gaze/blik) á Føroyar: síggja Føroyar sum eitt søluobjekt, heldur enn sum okkara heim. “Djarvir, treystir sangir” ljóða nú fyri reikferðafólki, sum um dansifeløgini eru vorðin gøtumusikantar.

Tá ið stásiliga hotellið “KG” lat upp fyrr í summar, tosaðu røðararnir nógv um gestablídni. Men hvat er ein gestur í grundini? Ein gestur er ein, ið vit bjóða heim til okkara heim. Men við ferðavinnuni koma fólk av egnum ynski, uttan innbjóðing, bara tey hava ráð. Fyri nógvar vanligar føroyingar eru tey óbodnir gestir, ið gera seg inn á okkara heim.

Í dag eru mentanarligu verjugarðarnir við at rapa. Vit bjóða í grundini sjálvi globaliseringini inn um gátt, men við hesum fara okkara tjóðareyðkenni eisini at følna og fúna.

Føroyar framvegis í fullum blóma


Hvat vakurt hevur tú mær ikki sagt,

tá dagur skýmingsløtu stevnu setti,

og døggin seg á blómur hevði lagt,

og rytan sat so tigandi á kletti.

Sum vit standa her, stendur landið í fullum blóma. Á hásumri spretta allar blómur og kvøða allir fuglar. Á hásumri er lýðka í luftini og vón fyri framman. Soleiðis er eisini við okkum føroyingum, tá ið vit lata okkum í okkara fínasta skrúð og kvøða okkara fagrastu sangir. Tað er á Ólavsøku, vit meiri enn nakrantíð kenna okkum sum føroyingar - kenna okkara felagsskap, ímyndaðan ella ei.

Ólavsøkan er sum ein urtagarður, har vit sum menniskjaligar blómur spretta til heiðurs fyri hvørjum øðrum, fyri at vísa okkum frá okkara bestu síðu, antin vit eru vertir ella gestir. Vit eru í dag felags í okkara ymiskleika, ílætin allar ælabogans litir. 

Ein so vakur urtagarður dregur uppmerksemi. Ikki bert Ólavsøkan, men Føroyar sum heild, eru nakað serligt, nakað øðrvísi, nakað litfagurt - nakað “autentisk”. Føroyar eru munandi øðrvísi enn onnur lond her um leiðir. Vit eru eitt samfelag, ið framvegis hevur sterk sambond aftur í tíðina. Í nógvum øðrum londum hava tey mist hetta samband við sína siðvenju, men í Føroyum hava vit framvegis sterk søgulig bond gjøgnum okkara sangmentan. Vit syngja okkara fosturlandssangir, ið kennast eins viðkomandi, sum tá ið teir vórðu yrktir, vit kvøða okkara kvæði og í kirkjum og samkomum syngja vit sálmar og andaligar sangir. Hetta eru týðandi amboð til at koma í samband við okkara siðvenju.

Tónleikur er ikki bert eitt produkt, ið skal hoyrast og upplivast. Nei, við felagssangi lyfta vit mentanina saman. Vit hava øll ábyrgd av at duga so mikið nógv ørindi, at sangurin gongur. Mentanin liggur í praksis. Vit skulu ikki bara síggja vøkur út í okkara føroysku klæðum, vit skulu eisini láta fagurliga - hvør við sínum nevi. Sangurin, sálmarnir, kvæðini eru har málið gongur upp í eina hægri eind, har málið ikki bert er eitt samskiftisamboð, men eitt sosialt samansjóvingaramboð; eitt sosialiserandi og samleikamennandi amboð.  

Okkara samleiki má ikki reduserast til nakað, vit bert sýna fram til serlig høvi, tá vit skulu “tjóðskapa okkum”, ella tá ið ferðafólk gjalda fyri at “uppliva” eitt kvæði ella nakrar sangir. Okkara samleiki liggur í praksis hvønn einasta dag, eisini gerandidagar. Vit mugu ikki gerast statistar í egnum heimi. Vit eru vertir, ikki tænarar.

Mentanarligt heyst í væntu?


Er sorgarfult og stúrið sinni mítt,

hjá tær, mín móðir, finni fragd eg aftur.

Tú styrkir, og tú gleðir barnið títt,

við barmin tín gerst tungur hugur lættur.

Enn stendur sólin høgt á himni, og landið stendur í fagrasta blóma. Men eftir summarið kemur heystið, og síðani hin strangi, harðbalni veturin. Vit skulu sum stararnir framvegis liva her, tá ið flytifuglarnir eru farnir, enntá okkara tjóðfuglur, ið ikki tímir at vera her um veturin. Vorðið sum tjóðfuglur! Tjaldrið minnir meg um endan á fyrrnevndu yrkingini “Vit eru føroyingar, serstøk tjóð” hjá Regini Dahl: “Men yrkadagar - halt okkum til góða, vælsignaður - yrkadagar hava vit ikki stundir.” Men veruligir føroyingar hava stundir at vera føroyingar bæði yrkadagar sum halgidagar og merkisdagar.

Meeen… tjóðskapur er eitt sindur flovisligur, ikki satt? Hann er eitt sindur gamaldags, eitt sindur siðbundin, eitt sindur afturlítandi, ja kanska enntá afturhaldssinnaður? Hví ikki bara gera sum danir, og prýða seg við enskum orðum? Jeg rebootede computeren, fordi desktop-appen crashede, og så downloadede jeg den nye beta-version." Danir tykjast hava eina fatan av, at enskt er “fínari” enn danskt. So hvørt sum donsk orð verða skift út og gloymd, verður danskt til eitt slag av “pidgin-english” - ella “danglish”. Hetta minnir kanska eitt sindur um gott gamalt “havnasprog” frá tíðini, tá Havnin var tvímælt. Men bíða við, Føroyar eru væl á veg aftur at gerast tvímæltar. Fær enskt fótafesti, endar føroyskt sum “norn” í Hetlandi og Orknoyggjum, og missa vit málið, følnar eisini tjóðskaparkenslan.

Eftir tjóðskaparliga várið og summarið, kemur eitt tjóðskaparligt heyst. Vit halda at stríðið er vunnið, og at tingakrossurin trygt kann latast víðari til komandi ættarlið. Men so er ikki. Yngru ættarliðini hava ikki somu virði sum vit.   

Eg standi her um miðjan aldur. Eg røði fyri javnaldrum, eg røði fyri eldri ættarliðum, eg røði fyri yngri ættarliðum. Men hvat hava vit í grundini í felag? Hvat kunnu tey, ið vóru ung í 60’unum siga teimum, ið eru ung nú í 20’unum? Vit, ið vóru ung í 90’unum - eru ein hybrid ímillum tað gamla og tað nýggja. Vit síggja ta øgiligu broytingina frá “Baby Boomers” til “Ættarlið Z”. Vit kunnu ikki bara ganga út frá, at føroyska mentanin framhaldandi hevur ein natúrligan samanhangsmátt.

Áhaldandi globaliseringin sundurpettar føroyska samleikan. Við internetinum, sosialum miðlum og vitlíki kunnu vit nú øll knýta okkum at alskyns samleikum, veruligum sum ímyndaðum. Vit nýtast ikki longur at byggja okkara samleika á Føroyar, men kunnu velja frítt á øllum hillum, alt eftir hvørji sambond vit mega knýta gjøgnum netið.

Samfelagið broytist alsamt skjótari


Eg gleðast vil, o, móðir mín, hjá tær,

til tess at lívsins løtur burtur svinna.

Tí tú ert stór og vøkur fyri mær,

um eingin annar kann tað vakra finna.

Vandin er ikki, at tíðirnar broytast - tað hava tær altíð gjørt, men at tíðirnar broytast alsamt skjótari. Á Ólavsøku syngja vit romantiskar sangir úr Føroya fólks, men hesir sangir lýsa eitt samfelag, ið er 100 - 150 ára gamalt. Eldra ættarliðið kennir seg aftur í hesum, tí tey fingu um endan á landbúnaðarsamfelagnum. Vit miðaldrandi kenna okkum aftur í fiskivinnusamfelagnum. Men yngru ættarliðini liva í einum heilt øðrum veruleika. Ung í dag hava ilt við at skilja bókmentir frá farnum tíðum. Sjálvt orð, ið áður vóru vanlig, eru nú vorðin sjáldsom. Tað vit hildu var sjálvsagt og natúrligt er í dag vorðið fjart.

Týski samfelagsfrøðingurin Hartmut Rosa sigur, at samfelagsferðin økist alsamt - “accelererar”. Tøknin broytist alsamt skjótari, lív hvørs einstaka broytist alsamt skjótari og tilsamans broytist samfelagið alsamt skjótari. Samfelagskósin er ei longur eintýðug, men melur í allar ættir. Samfelagið er ei longur ein heildarmynd, men sett saman av brotmyndum, har vit sjálvi velja, hvussu vit vilja sígga veruleikan; hvussu vit vilja ímynda okkum tað at vera føroyingur.

Hans Andrias Djurhuus tosar um Føroyar sum sína móður. Føroyar eru várt móðurland, várt fosturland, várt føðiland. Tjóðin er ikki bara nakað ímyndað - ikki bara nakað konstruerað. Um tjóðin ikki byggir á familjuna og ættina, missir hon sítt kjølfesti. “Føroya mál á manna tungu merkir: her býr Føroya fólk. Slektir fornu og tær ungu eyðkendu seg sum ein bólk, ið helt fast við fedra mál, virdu tað av hug og sál, gloymdu ikki ættarbandið; byggja tí enn hetta landið” yrkti Jóannes Patursson so sigandi í “Boðar tú til allar tjóðir”.

Familjan er grundarsteinurin, ættin er víðkaða familjan, og tjóðin er víðkaði ættarbólkurin. Ein kann ikki bara flyta til Føroya og gerast føroyingur í eini handavending. Tað er ein longri prosess, ið krevur áhaldandi assimilering. Hendir tað ikki, vil okkara mentan, okkara mál, okkara tjóð spakuliga máast burtur.

Í staðin gerast vit tá eitt norðuratlants Singapore - eitt globaliserað, fjølmentað samfelag, ið ikki tekur støði í sínum egna, men er ein samanrenning av teimum globalu streymum, ið reka at landi. Tíðindi bórust í summar, at: “tey, sum flyta til Føroyar, eru, fyri ein stóran part, ikki føroyingar, sum flyta heim, men útlendingar, sum flyta til Føroya. Tað merkir, at nú búgva gott og væl 3.000 útlendingar í Føroyum, og tað er næstan dupult so nógv sum fyri fimm árum síðani.” (Áki Bertholdsen, Dimma.fo 10. juli) Kann leggja afturat, at síðani 2012 er talið ferfaldað. (Hagstova Føroya) Tilflytingin tekur dik á seg.

Tað er eitt politiskt val, hvussu skjótt talið á útlendingum í Føroyum skal tvífaldast. Nær verða 6.000 útlendingar í Føroyum? Nær verða 12.000 útlendingar í Føroyum? Vit vita tað ikki, men tey flestu fara sannlíkt ikki at tosa, eiheldur skilja føroyskt. 

 Góða Ólavsøku øll somul,
føroyingar sum útlendingar!

Sámal Matras Kristiansen,
Samfelagsfrøðingur

Um Norðuratlantsleiðina er starin støðufuglur og egin sergrein: Sturnus vulgaris faroensis.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder