
12 filmsverkætlanir fingið stuðul
Til triðja stuðulsumfarið í ár, Filmur III. 2025, hevur nevndin í Mentanargrunni Landsins tikið avgerð um
at veita hesum 12 filmsverkætlanunum stuðul:
Verkætlan Slag Umsøkjari Kr.
Mammuskepilsið Stuttfilmur Maria Tórgarð 31.000
Hiðanífrá Stuttfilmur Barbara Lervig 35.000
Tað er ikki synd í mær Stuttfilmur Eir í Ólavsstovu 50.000
$elfie 2.0 postproduktion Sendirøð Gorm Just 50.000
Seinasta Paradís á Jørð Spælifilmur Sakaris Fríði Stórá 14.000
Bastardarnir - teir óynsktu Spælifilmur Hjálmar Dam 50.000
Birk Spælifilmur Jón Hammer 200.000
93 - Ekko fra et Kollaps Heimildarfilmur Rikke Tambo Andersen 150.000
F.O.: Eitt "Føroyingur, Joe" Brot Stuttfilmur Bjørn Ulvedal Simonsen 50.000
Into the Heart / Eitt sindur um hvussu
vit elska
Spælifilmur Jón Hammer 50.000
Syng: Sangurin í kroppinum
(arbeiðsheiti)
Heimildarfilmur Gudmund Helmsdal 100.000
Havsins Handverk – Fiskur fyri
Framtíðina
Heimildarfilmur Jørgen Neshamar-Asmussen 50.000
Stuðulsupphæddin, ið lutað verður út í hesum umfarinum, er 830.000 kr.
18 umsóknir komu inn til hetta triðja stuðulsumfarið, sum søktu um tilsamans 3.137.372 kr.
Endamálið við stuðulsjáttanini er at framleiða og menna føroyskan film við denti á fiktiónsfilm,
heimildarfilm og listafilm.
Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í løgtingslóg nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til
mentan og list v.m., sum er broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2014, løgtingslóg nr. 34 frá 30. apríl
2015 og kunngerð nr. 3 frá 6. januar 2025.
Við nýggju kunngerðini um stuðul til film frá 6. januar 2025 er tað Mentanargrunnur Landsins, sum
umsitur stuðulsjáttanina til film. Sum kunngerðin ásetur, hevur grunnurin sett tveir filmsráðgevar at
meta um og gera tilmæli til grunnin. Avgerðin hjá nevndini um hvør fær stuðul til film, er bygd á tilmæli
frá ráðgevunum.
Samlaða filmsjáttanin fyri 2025 eru 4,6 mió. kr. Stuðul til film verður veittur fýra ferðir árliga.
Vegna nevndina
Hedvig Westerlund-Kapnas, forfólk
Mentanargrunnur Landsins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald