
Loyniorðið til kassarnar er 112. Tað er ikki loyniligt, men tryggjar, at kassin ikki stendur opin, tá eingin spælir. Vit heita á øll um at leggja kúlurnar aftur í kassan, tá tit eru liðug, soleiðis at øll fáa gleði av spælinum.
Soleiðis spælir tú pétanque
- Endamálið er at fáa kúlurnar so nær grísinum – einum smáum grønum tennisbólti – sum til ber.
- Tann, sum fær kúluna tættast grísinum, vinnur umfarið.
- Liðið, sum fyrst fær 13 stig, vinnur spælið.
Pétanque er lætt at læra og hóskar seg bæði til børn og vaksin. Spælið krevur bæði taktikk og eitt sindur av hepni, og gerst tí bæði spennandi og hugnaligt. Tað gevur okkum møguleikan at flenna, kappast og minnast til barnið í okkum sjálvum – og er eitt gott dømi um ABC fyri sálarliga heilsu í praksis:
- Ver virkin – røra teg og spæla
- Ver saman – hitta onnur og styrk felagsskapin
- Ver hugbundin – finna gleði í løtuni og nýta møguleikarnar í nærumhvørvinum
Leygardagin 11. oktober kl. 14 verður skipa fyri eini pétanque-meistarakapping millum bygdirnar í Vágum á fótbóltsvøllinum í Miðvági. Vága kommuna og Sørvágs kommuna standa saman um at seta hol á eina nýggja og hugnaliga siðvenju, sum vónandi verður afturvendandi.
Øll eru vælkomin at koma at stuðla, royna spælið og njóta ein drekkamunn – vit bjóða kaffi, kaku og sunkist til børnini.
Michael Gram greiðir frá spælinum og syrgir fyri, at allar reglur verða hildnar.
Við pétanque vilja vit skapa fleiri møguleikar fyri rørslu, samveru og trivnaði í nærumhvørvinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald