Mentan

Ikki alt er til fánýtis

23 november hevði eg framløgu um gransking mína í Íslandi

Eivind Jacobsen greiður frá og Jón Kristjánsson tulkar til Íslendskt

Eivind Jacobsen greiður frá og Jón Kristjánsson tulkar til Íslendskt

2023-12-07 08:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hóast tað var bítandi kalt og kavaælingar, so var fult hús. Orðstýrarin segði aftaná, at tey lurtaðu sera væl og við stórum áhuga eftir tí eg førdi fram. Har vóru bæði fiskifrøðingar, bátaeigarar, skiparar og onnur við.

Orðstýrari var Grétar Mar Jónsson, sum sat í Altinginum fyri 15 árum síðan. Sigurjón Þórðarson, sum í dag situr í Altinginum, segði eisini nøkur orð.

Ein eldri skipari, Ólavur, úr Grindavík var og lurtaði. Hann hevði havt fleiri føroyingar við fyri nógvum árum síðan og hann læt væl at teimum.

Ein útvarpsmaður við mikrofon var eisini og lurtaði og tók upp.

Ein pensjoneraður fiskifrøðingur, sum nevndist Sveinbjørn, segði eisini nøkur orð. Hann var komin til sama úrslit sum eg. Aftaná tosaðu vit saman og vóru samdir um, at vit fingu sama úrslit, tó at vit brúktu ymiskar mátar at koma til úrslitið.

Í stuttum vóru vit samdir um at tað ikki er veiðan sum ger at fiskastovnar minka og at tað ikki ber til at goyma fiskin í sjónum. Eisini greiddi hann mær frá, at hann 11 ár á rað hevði rokna toskastovnin í Barentshavinum rættan.

Tað eru 25 ár síðan hann gavst og fór at granska í at gera agn.  Tað var sera áhugavert. M.a. visti hann, hví onkur makrelur fiskar 3 ferðir so nógvan tosk, sum annar makrelur.

Eg helt fyrilestur á enskum. Mín góði vinur Jón Kristjánsson, var tulkur. Jón Kristjánsson var sera kendur í Føroyum fyri 20 árum síðan.

Fleiri spurdu eftir Jørgin Niclassen og vónaðu at síggja hann í Íslandi.

Tað er ikki ov nógv sagt, at álitið á ráðgevingina hjá Íslendsku Havstovuni er millum nakað og onki. Somuleiðis fær ein tað uppfatan, at smá reiðarí ikki dáma stór reiðarí óavmarka væl.

Minkandi kvotur, raka sjálvandi tey sum eiga 1 bát/skip sera hart, meðan stór reiðarí klára seg við at minka tal av skipum. Hetta sama síggja vit í ávísan mun í Føroyum tá Løgtingi minkar dagatalið.

Hesa vikuna havi eg samskift við persónar í Íslandi. Tað eru fleiri og fleiri í Íslandi, sum meina, at okkurt má gerast. Fiskifrøðin avtoftar Ísland, eru tað alt fleiri sum meina. Ráðgevingin er skeiv eru so at siga øll samd um. Spurningurin í Íslandi er tí, hvussu ein fær politikarar at skilja, at ráðgevingin avtoftar Ísland.

Fyri undirritaða er tað stuttligt at verða biðin at halda fyrilestur. Eisini er tað áhugavert, at tað eg legði fram kann brúkast og longu verður brúkt.


Eivind Jacobsen

Strendur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder