Mentan

Í vikuni setti Vinnuháskúlin aftur seglini eftir summarsteðgin.

Vinnuháskúlin tekur lesandi inn tvær ferðir um árið. Hesaferð mynstraðu 18 skipsførarar, 24 maskinmeistarar, 16 skiparar og aspirantar á Vinnuháskúlan. Tað eru umleið 200 lesandi á skúlanum.

2023-08-18 13:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Vinnuháskúlin arbeiðir miðvíst við at menna seg. Visiónin hjá skúlanum er, at útbúgva maritimar leiðarar í heimsklassa.  
 
Eitt nú kann vísast á aspirantskipana, sum miðvíst verður ment. Vinnuháskúlin hevur seinasta árið fingið starvsvenjingaravtalu í lag við danska tangaskipareiðaríið TORM A/S.

Við hesi reiðaríavtaluni eru samstarvsfelagarnir: P/F Thor, Smyril Line, Bakkafrost, Skansi, Vørn, Havstovan, SEV, MEST, KSS, KJ-Hydraulik, Standferðslan og TORM.

Ein afturvendandi siðvenja á Vinnuháskúlin er, at fara ein túr við Westward Ho við nýggjum lesandi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder