Mentan

Í morgun var prógvhandan á Vinnuháskúlanum

Í morgun fingu skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar handaði prógv á Vinnuháskúlanum.

2023-01-18 15:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tórshavnar Kommuna:

Í morgun fingu skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar handaði prógv á Vinnuháskúlanum. Borgarstjórin kom í røðu inn á broyttu arbeiðsavbjóðingarnar hjá dagsins næmingum.

- Nú við ársenda høvdu vit Jobmatch í Norðurlandahúsinum. Jobmatch er eitt givið høvið ómakaleyst at koma í samband við føroyska arbeiðsmarknaðin. Her fær mann eina betur hóming av, hvat arbeiðsgevarin væntar av einum, tá skúlin er liðugur, og mann skal byrja í sínum fyrsta veruliga starvi, ið svarar til útbúgvingina.

- Her fær ein eisini eina fatan av, hvussu fyritøkur arbeiða í praksis. Í veruleikanum stóð Norðurlandahúsið at bresta av arbeiðsgevarum, og kappingin um arbeiðsmegina í Føroyum man neyvan nakrantíð hava verið størri. Millum allar hesar fyritøkur vóru nógvar, sum høvdu eyguni eftir vælútbúnum fólki innan alt maritima økið, alt frá alivinnu og fiskivinnu, til offshorevinnu, KT, logistikk, samskifti og undirvísing.

- Hetta er sera áhugavert. Tí í dag dregur so nógv okkara sjómenn. Útlendsk vinna stendur í bíðirøð eftir føroyingum til brúnna, maskinrúmið og onnur størv. Tí vit hava bestu førleikar og vitan á økinum.

- Siðbundnu føroysku útbúgvingarnar eru dygdargóðar útbúgvingar, ið hava prógvað sítt virði á nær- og fjarleiðum og í størvum á landi heima og í útlondum. Tær borga fyri, at føroysk arbeiðsmegi kann bjóða seg fram á øllum heimsins høvum og í øllum heimsins londum.

- Føroyingar í stórum tali eru álitið á brúnni og í maskinrúmum hjá útlendskum reiðaríum – serliga donskum, grønlendskum og norskum. Hundraðtals føroyingar við tykkara førleikum starvast í norskari vinnu og aðrir í uttanlands sigling. At vit í meira enn 100 ár hava bygt upp góðar førleikar á sjónum, og at vit liggja mitt í sjónum – alt hetta ger, at vit hava nakrar kappingarfyrimunir framum so nógvar aðrar tjóðir.

- Men stóri áhugin heima í Føroyum bendir á, at arbeiðsmøguleikarnir støðugt broytast og gerast meira fjølbroyttir. Vit eru meira í fokus enn nakrantíð áður. Og sjóvinnuveitingar eru longu sum er ein munagóður partur av virkseminum í landinum.

- Tykkara arbeiðsmarknaður broytist skjótt. Sera spennandi er at síggja tøkniligu framstigini og nýggju skipini, ið koma til landið. Hetta eru framstig á altjóða stigi og vit eru millum fremstu lond í heiminum, tá um nýggja tíðarsvarandi tøkni ræður.

- Tað henda samstundis stór framstig innan umhvørvisliga økið. Vit gerast alsamt grønari. Herfyri tóku vit ímóti einum av heimsins størstu tænastuskipum innan alivinnu, sum er útgjørt við eini hybridskipan, ið tryggjar stóra sparing í orkunýtslu. Tit eru við í fremstu røð, nú allur okkara skipafloti so spakuliga fer at skifta til grønar orkuloysnir, sohvørt hesar eru tøkar á marknaðinum.

- Tað verður støðugt kannað, hvussu vit styrkja vinnur við tilknýti til sjógvin, eitt nú hvussu vit menna okkum í shipping, reiðarívirksemi, altjóða skipaskráseting, og hvussu vit sum frálíður í enn størri mun gerast ein sjóvinnuligur tænastudepil í Norðuratlantshavi.

- Vit í Tórshavnar kommunu eru væl fyri í teimum fyrireikingunum. Men stóri áhugin fyri tykkara útbúgvingum frá dagsins fjølbroyttu vinnu bendir á, at vit støðugt fáa ein meira fjølbroyttan marknað, har tørvur er á tykkara útbúgvingum.

- Í framtíðini dúva vit ikki bara uppá fiskivinnu. Súlan undir okkara búskapi verður sjóvinna í breiðari merking og tænastuveitingar innan fleiri nýggj starvsøki. Og tit standa í fremstu røð at tryggja okkum okkara part í hesum framburði.

Eg fari við hesum at ynskja tykkum hjartaliga tillukku við prógvunum og blíðan býr í tykkara framtíðar størvum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder