Mentan

Hoyr Bíbliuna upplistna – allastaðni og altíð

Gleðiligar páskir – allir føroyingar!

2023-04-08 23:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Á páskum hoyra vit um, hvussu gott vinarlag og felagskapur eftir stuttari tíð kann
sindrast. Lærusveinarnir høvdu í heili trý ár fylgst við Jesusi og lært hann og boðskapin at kenna í orðið og verki; ein fullkomin útbúgving til eitt fullkomið lív, kundi ein hugsa.


Men so fór alt í upploysn! Allir lærusveinarnir sviku, tá ið mest stóð á - ja, sjálvur
Frelsarin merkti menniskjaligan veikleika, sveittaði blóð og bað Faðirin um at sleppa undan skálini, hann skuldi tøma.


MEN, so koma orðini: «Tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt» (Mark 14,36). Hesi orð broyttu heimin - fyri teg og meg. Trúgv og felagskapur, sum er bygdur á mannadygdir, er svikaligur. Tað krevst heilt annað tilfar og tað var júst tað, Jesus hevði, tá hann legði seg í Guds hond og vilja.


Lat okkum takka Jesusi, at hann gav seg sjálvan á krossinum, fyri at bjarga øllum
heiminum. Við krossin, kann hvørt menniskja í heiminum játta sína synd og gerast
fræls frá dómi og deyða.
GLEÐILIGAR PÁSKIR!
-
Nú ber til at lurta eftir livandi upplestri av Nýggja Testamenti á netinum og á
fartelefonini. Far inn á heimasíðuna Bible.is ella legg appina Bible.is inn á
fartelefonina. Heimasíðan og appin er á enskum, men ein góð brúkaravegleiðing liggur á heimasíðuni hjá Føroyska Bíbliufelagnum www.biblia.fo. Eisini eru nú møguligt at royndarlesa 2. Mósebók í nýggju Bíbliuni – nærri kunning á
heimasíðuni.


Vælkomin at royna hetta og deila við onnur 


Vegna Føroyska Bíbliufelagið,
Gunnar Nattestad Bergur D. Joensen
Aðalskrivari Formaður!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder