Góðan morgun, øll somul
Hjartaliga vælkomin til setanina av Norðoyastevnuni 2023.
Fyri bara einari viku síðan høvdu vit ilt við at trúgva, at summarið fór at koma áðrenn Norðoyastevnuna.
Vit hava havt ein langan og kaldan vetur, og tað tykist sum, at vit hava lopið várið um. Tó so.
Seinasta mánaðin hava vit sæð grasið grønkað, blómurnar í Vágstúni blóma og hesa vikuna hevur verið sjón fyri søgn - summarið kom, áðrenn Norðoyastevnan varð sett.
Í míni árligu norðoyastevnuheilsan til norðoyingar og allar føroyingar í Norðlýsinum, segði eg m.a., at kappróðurin er ímyndin av Norðoyastevnuni.
Ofta hevur verið tikið til, at siðbundnu stevnurnar hava verið og eru í harðari kapping við festivalar av ymiskum slag.
Tað er ivaleyst eisini rætt, men hóast harða kapping við alskyns tilboðum kring landið í summarhálvuni, so hevur kappróðurin megnað at fylgt við og ment seg.
Ongantíð áður hava so nógvir kappróðrarbátar tikið lut í ársins fyrsta róðri, og tað er ómetaliga stuttligt og hugaligt.
Serliga spennandi er tað fyri okkum norðoyingar at standa her á Biskupstorgi, har nýggi heimstaðurin hjá okkara kappróðrarfólki er nærmasti granni.
Á fyrstu “parkett” við útsýni yvir vágna erpa vit okkum av okkara tjóðarítrótt, og tað krevur sjálvsagt virðiligar og nýmótans umstøður.
---
Har gott fólk er, legst gott fólk afturat. Soleiðis haldi eg eisini at tað er við Norðoyastevnuni.
Norðoyastevnan er kjølfest í kappróðrinum, og tá ið bulurin er sterkur, lættir tað um at gera eina góða og fjølbroytta skrá.
Virkin fólk, feløg og felagsskapir hava aftur í ár sett tíð og orku av til at skapa tiltøk og karmar, sum vit øll kunnu njóta.
Tað er ómetaliga hugaligt og ikki minst avgerandi fyri serliga hátíðardámin í býnum.
Tí tað er ein sannroynd, at vit gerast í góðum lag av at uppliva mentan, felagsskap, fólkalív og ítrótt.
Norðoyastevnuskráin er eisini savnandi!
Øll tiltøk sleppa á skránna. Onki er ov lítið, og onki er ov stórt.
Slíkar dagar flyta vit okkum eisini millum ymiskar pallar. Kanska eisini støð, har vit dagliga ikki ferðast.
Í morgun byrja vit við einum felags morgunmati, kanska saman við fólki, sum vit sjáldan síggja.
Klaksvíkar hornorkestur og Tónlistaskúlin seta dám á løtuna, og síðan hava vit hópin av øðrum møguleikum, sum kunnu víðka okkara sjónarring og geva okkum nýggjar og øðrvísi upplivingar.
Eg gleðist í øllum førum um, at eg bæði havi møguleika at uppliva ítrótt, talur, sang, dans, røður, listaframsýningar, tivoli og ikki at gloyma Norðoyastevnuteitið, sum aftur er á skránni.
---
Tá ið Biskupstorg lat upp, varð sagt, at hetta er hjartað í miðbýnum. Eg vil leggja afturat, at hetta er eitt av teimum støðum í býnum, sum bindur eystara og vestara arm saman.
Eg gleðist um, at vit sum lokalsamfelag eru byrjað at brúka hetta nýggja býartorgið meir miðvíst, eitt nú við hesi norðoyastevnusetanini.
Eisini fegnist eg um tær mongu góðu kreftir, sum skapa Norðoyastevnuna við alskyns tiltøkum, bæði tey meira siðbundnu og eisini tað nýggja, sum verður skapað – túsund takk fyri, øll somul.
Vit savnast her í miðjuni av býnum til eina góða uppliving, men saman við vinfólkum, familju og kenningum fara vit seinni til bæði vinstru og høgru.
Mín vón og áheitan skal verða, at vit øll njóta hesar dagarnar og tey góðu tilboð og tiltøk, sum liggja í miðjuni, til høgru og til vinstru.
Góðu tit øll
Tað er mær ein stór gleði og heiður sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu at bjóða tykkum øllum hjartaliga vælkomnum á Norðoyastevnu 2023.
Latið okkum njóta nakrar góðar dagar saman soleiðis, at vit kunnu fáa eina minniliga og góða stevnu.
Góða Norðoyastevnu.
Takk fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald