Mentan

Hjálpið okkum at telja og skráseta fugl í summar

Nú fara vit so smátt at gera okkum klár at fara undir seinna árið av eBird verkætlanini, og vit hava í tí sambandi tørv á fuglaáhugaðum at telja fugl kring Føroyar í summar 

2023-04-11 12:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Í stuttum, ynskja vit at telja og skráseta uttangarðsfuglin. Hetta er tó ikki ein formlig teljing, men snýr seg heldur um at fáa fólk at telja tann fuglin tey koma fram á, tá tey allíkavæl eru farin ein túr í hagan ella aðrastaðni. 

Vit nýta altjóða eBird appina, og er hetta seinna málið við verkætlanini - at vita hvussu nýtilig hendan appin er, at fáa fólk at telja fugl í Føroyum. Hetta krevur bert at man tekur appina niður, og telur tann fuglin man kemur fram á - um tað er í 5 min. ella 1 tíma er púra upp til teljaran :)

Vit vóna at tit vilja taka væl undir við hesum, so vit kunnu fáa eitt betur yvirlit yvir fuglarnir vit hava her í Føroyum, og hvar teir støðast :)

Les meira um verkætlanina, sí okkara lýsingarfilm og skriva tykkum upp at hjálpa okkum á http://fuglar.fo/ebird/um-verkaetlanina/


Við fuglakvøðum,
Føroya fuglafrøðifelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder