So er skjótt eitt ár liðið síðan seinasta heystmarknað í miðbýnum og fyrireikingarnar til ársins heystmarknað eru væl áleiðis. Í ár verður tiltakið eina viku seinni, leygardagin hin 8. oktober.
Vit hava fingið fleiri áhugaverdar luttakarar til hugnaliga tiltakið og fara vit at kunna um hetta komandi vikurnar.
Um tú hevur áhuga í at luttaka í heystmarknaðinum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum og umbiðja pláss. Tað er ókeypis at vera við.
Einasta fyritreytin fyri at vera við, er, at tað, ið selt verður, skal hóska til tiltakið, ið er ætlað sum ein sýnisgluggi av føroyskum matvørum, handverki, amboðum og øðrum líknandi.
Heystmarknaðurin byrjaði í 2019 og hevur verið sera væl umtóktur millum vitjandi og luttakandi.
Verið vælkomin at ringja, í vanligari arbeiðstíð ml. 08:00-16:00, á +298 214614 ella sendið teldupost á [email protected].
Tvøroyrar kommuna er partur av verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum, ABC fyri sálarliga heilsu, og verður ljós varpað á hetta allan oktober mánað.
Mentan
Heystmarknaður 8. oktobur á Tvøroyri
Vit hava fingið fleiri áhugaverdar luttakarar til hugnaliga tiltakið og fara vit at kunna um hetta komandi vikurnar.
2022-09-07 16:58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald