Mentan

Herbergið hjá Frelsunarherinum 25 ár

 Leygardagin 1. Apríl 2023 fyllir Herbergið hjá Frelsunarherinum 25 ár. Tað var 1. Apríl í 1998, at Frelsunarherurin lat Herbergið upp fyrstu ferð.

2023-04-01 20:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


 

 Leygardagin 1. Apríl 2023 fyllir Herbergið hjá Frelsunarherinum 25 ár. Tað var 1. Apríl í 1998, at Frelsunarherurin lat Herbergið upp fyrstu ferð. Tilboðið til heimleys var kalla “ ein song fyri náttina ”. Fyrsti leiðarin á Herberginum var Niels Edvard Olsen, sum eisini var soldátur í Frelsunarherinum. Tankin um eitt tilboð fyri heimleys kom nøkur ár fyrr, á leið 1994. Tað var í samband við umbyggingina av salinum, at tað bleiv kunnugt fyri soldátum í “korpsinum”, samkomuni, at tað vóru menn sum svóðu í bussskýlinum, í Steinatúni. Korpsleiðarin og soldátar tóku stig til at keypa húsini, undir liðini á salinum í Tórsgøtu og settu seg í samband við økisleiðsluna hjá Frelsunarherinum. Keypta húsið bleiv sett í stand til herberg, og tað vóru soldátar og vinir úr korpsinum sum gjørdu sjálvboðna arbeiðið.

Tað kann nevnast, at ein av teimum allar fyrstu sum svóðu á Herberginum, meðan tað stóð undir umbygging, er núverandi leiðarin á Herberginum.

Í samband við føðingardagin, verður samkoma uppi á Herberginum, Leygardagin 8. Apríl.

Samkoman byrjar kl 14:00. Tað verður skonkt kaffi og serverað lagkøka. Hornorkestrið hjá Frelsunarherinum spælir og leiðarin í Herberginum, Martin Kúrberg, bjóðar vælkomin. Fyrrverðandi leiðarin á Herberginum, Niels Edvard Olsen, hugleiðir um Herbergið frá byrjan og til nú.

Øll eru vælkomin!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder