Mentan

Heims frumframførsla í Listastovuni hóskvøldið

Hóskvøldið 25. januar verða tvær serstakar konsertir í Listastovuni við TEITUR/KRESTEN/JONAS TRIO og UTHEIM.

2024-01-22 16:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

TEITUR/KRESTEN/JONAS

Teitur/Kresten/Jonas trio hevur sína frumframførslu á palli hetta kvøldið. Teir hava áður samstarva í øðrum samanhangi, men ikki framført saman sum trio áður, og verður hetta tann einasta konsertin við teimum trimum saman.

Kresten Osgood er kendur danskur trummuspælari, sum hevur útgivið 50+ plátur og er nevndur at vera "tað besta sum er hent innan danskan jazz í 25 ár"!

Teitur nýtist onga stóra introduktión, tá flestu okkara vita hvør hann er og kenna útgávur hansara. Hann hevur m.a. skrivað verk fyri DR Symfoniorkestrið og spælt 1000+ konsertir kring allan heimin.

Jonas Struck er ein donsk rokkstjørna og er kendur sum gittaristur í bólkinum Swan Lee. Hann er tó eisini ein viðurkendur films komponistur í Danmark.

Upplivið Teitur/Kresten/Jonas, sum trio, fyri fyrstuferð nakrantíð á Vetrarjazz!

Kresten Osgood - trummur

Teitur Lassen - klaver

Jonas Struck – gittar

UTHEIM

Onnur konsertin er við bólkinum UTHEIM. Hetta er ein folk/pop bólkur úr Oslo. Forsangari og sangskrivari Ørjan Utheim vil við bólki sínum seta ljós á kenslur sum vit flestu kunnu relatera til. Tann endaleysi kampurin um at hava hjarta sítt á rætta stað, og at finna sítt pláss í stórbýnum eftir at hava flutt frá útjaðaranum.

Tónleikurin hjá UTHEIM fær íblástur frá egnum lívsroyndum og tónleikarum sum t.d. Thomas Dybdal, Bon Iver, Flyte og Jonas Alaska.

Limirnir í bólkinum hava allir sína bakgrund í jazz tónleikinum, hettar viðførir ein spontanitet, orku og enthusiasmu til tónleikin, ikki heilt ólíkt Joni Mitchell tá hon spældi við Pat, Jaco og Brecker seint í 70'inum.

Ørjan Utheim - sang

Oddur Joensen - gittar

Sigurd Ose - keys

Harald Frøyland - bass

Sivert Stensø - trummur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder