Da vi var på Grønland sigur søguna um Føroyingahavnina, eisini kallað Nordafar, í Vestur Grønlandi, um byggingina og lívið fram til hon var niðurløgd í 1989. Tá hevði støðin verið áhaldandi virkin í 40 ár. Tað vóru norska AL Utrustning, føroyska Grønlandsfelagið og tað danska Ascrico sum róku Føroyingahavnina.
Tað verður fyrst og fremst hugt við norskum eygum, men tann føroyska søgan hevur eisini fingið gott pláss í filminum.
Filmurin hevur nógv ókend og einstøk filmsklipp. Leikstjóri Kirsti Dale úr Ålesund hevur sjálv búð eitt stutt tíðarskeið í Føroyingahavnini saman við familjuni. Pápi hennara, Jon Dale, var velferdssjef í 'Norske Velferdshuset' í 1950'unum og 60'unum.
Kirsti Dale verður við til frumsýningina.
Filmurin er norskt (uttan undirtekstir). Ókeypis atgong. Tilmelding á nlh.fo
Mynd: Tegning af Jon Dale
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald