Mentan

Havhesturin í hav-vistskipanini

Havstovan hevur í longri áramál kannað lívfrøði og vistfrøði hjá havhesti í Føroyum. Til ICES-Decadal fundin í Bergen í juni, 2022, varð ein postari um evnið kunngjørdur.

2022-08-17 07:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havstovan: Inland and coastal colonies of Northern Fulmar (Fulmarus glacialis) on the Faroe Islands: attendance patterns and links to marine ecosystem variability. Høvundar eru: Dánjal P. Højgaard, Jóhannis Danielsen, Petur Steingrund, Una Matras, Karin M.H. Larsen, Eilif Gaard og Bergur Olsen.


Hesin postari sýnir nøkur hav-vistfrøðilig sambond við havhestin, har samanberingar eru gjørdar við havhest í Innara Tyrli (Eysturoy) 1996-2021 og Høvdan (Skúvoy), 2003-2021. Kanningarnar sýna, at hampuliga gott positivt samband er millum:


1 tal av ungum og gróður í havinum (Høvdin, august)


2 vøkstur hjá kúpuskel og tal av vitjandi havhesti (Innari Tyril, juni-august)


3 Eysturíslandsstreymin (sum ber æti við sær inn á føroyska landgrunnin) og tal av vitjandi havhesti (Innari Tyril, juni-aug)


Postarin vísir, at teljingar av havhesti kunnu geva týdningarmikla vitan um hav-vistskipanina undir Føroyum.


Postarin við grafum og myndum sæst her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder