Eitt grønari hús
Á nógvum økjum hevur Gunn tó longu sett ein grønan dám á Norðurlandahúsið. Stjórabilurin, ið brúkti bensin, varð skjótt seldur og skiftur út við ein elbil og eina løðingarstøð uttanfyri húsið, burturkast verður skilt, pappírsnýtslan er skerd, reingeringarevnini eru umhvørvisvinarlig o.s.fr. Í tí stóra og smáa verða umhvørvisvinarligar loysnir funnar í húsinum. Av somu orsøk fekk húsið Green Key umhvørvisstemplið í 2021. Harumframt hevur húsið fingið ábyrgd av verkætlan hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum “Burðardyggur liviháttur”, ið setur sjóneykuna á at gera tað lættari at liva burðardygt í Norðurlondum. So tey grønu átøkini mennast og gerast enn fleiri.
List fyri øll
Gunn er errin av at standa á odda fyri Norðurlandahúsið. “Tað góða lívið inniheldur list og mentan. Hetta eru vit við til at skapa”, sigur hon. “Eg ynski, at húsið skal vera opið og atkomuligt og røkka út til øll í Føroyum”. Eitt av mentanartiltøkunum, ið hon vil draga fram frá seinastu fýra árunum, er tónleikafestivalurin Nordic Music Days, ið varð hildin í Føroyum fyri fyrstu ferð í 2021 í samstarv við Dansk Komponistforening og Felagið Føroysk Tónaskøld. “Her fekk føroyska mentanarlívið víst fram sínar førleikar og hentleikar á bestan hátt, og var hetta við til at geva fólki framúr góðar tónleikaupplivingar”. Harumframt hevur Gunn arbeitt við at víðka listarligu skránna. M.a. við at leggja meira dent á palllist og dans, eins og hon heldur, at tað er umráðandi at birta uppundir samfelagskjakið við at seta nýggjastu evnini á breddan, so sum skrivi- og talufrælsi, LGBT+ rættindi, javnstøðu, metoo o.s.fr.
Størsta avbjóðingin
Gunn hevur tó møtt forðingum á vegnum seinastu fýra árini. Serliga hevur korona lagt fót fyri virksemi í húsinum. Í tíðini við frástøðu, sóttarhaldi og hondspritti viknaði flytførið til og úr Føroyum, og tað gjørdist torført at samstarva við altjóða listafólk. “Men mótgangurin fekk á ymiskan hátt tað besta fram í okkum”, sigur Gunn. “Vit máttu hugsa kreativt og finna nýggjar loysnir, t.d. við atliti til talgilda miðlan. Tað var jaligt at síggja, hvussu góð og skjót vit vóru at broyta støðu, soleiðis at vit hóast korona kundu halda fram við at veita føroyingum lista- og mentanarupplivingar.
Framtíðin
Men hvar skal orkan leggjast komandi árini, nú ein nýggjur sáttmáli er undirskrivaður? “Vit skulu framvegis arbeiða við at vísa fram norðurlendska list og mentan í Føroyum og føroyska list og mentan í Norðurlondum”, sigur Gunn. “Hetta krevur, at vit framhaldandi menna og endurnýggja okkum sum hús og staðseta okkum sum ein viðkomandi og sjónligur samstarvsfelagi fyri øll Norðurlond. Harumframt er tað ein stór uppgáva at røkja og varðveita okkara vakra hús, ið fyllur 40 ár komandi ár. Hetta skal sjálvandi hátíðarhaldast”. Gunn frøðist eisini um vaksandi professionalismuna á mentanarøkinum í Føroyum og væntar at nógv fer at koma burturúr samstarvinum við hinar mentanaraktørarnar komandi árini. Og so er tað sjálvsagt eitt annað, sum hon enn hevur stóran áhuga fyri. At leggja um til grøna orku. “Eg ynski enn, og arbeiði støðugt fyri, at leggja um til grøna orku í húsinum. Vit hyggja upp á ymiskar loysnir saman við kommununi. Vit skulu sleppa okkum av við oljufýringina. Tað skal eydnast”.
Starvsfólk undir Norðurlendska Ráharraráðnum verða sett við áramálssáttmálum, í Norðurlandahúsinum í fýra ár. Sáttmálin kann longjast eina ferð. Gunn Hernes varð sett í starv í Norðurlandahúsinum 1. juni 2018.
Mynd: Gunn er ikki bangin fyri at fáa mold undir neglirnar og vera við í teimum praktisku uppgávunum í Norðurlandahúsinum. Her er hon í gongd við eina vakstrarverkætlan við norðurlendskum plantum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald