Mentan

Grindamannafelagið havt aðalfund

Heilt fitt av fólkið varð møtt, og umframt skrá sambært viðtøkunum, hevði Páll Nolsøe ráðgevi hjá Føroya Landstýri, eina framløgu um hvussu útlendingar síggja føroyingar í mun til okkara hvalaveiðu, og hvat verður gjørt fyri at svara mótmælinum aftur.

2024-04-23 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bjarni Mikkelsen lívfrøðingur, hevði eisini eina framløgu um merking og gransking av skjórutum springara.

Í formansfrágreiðingini, nevndi Esmar Joensen m.a. at árið í fjør varð søguligt, tí fyri fyrstu ferð bleiv ein kvinna vald til grindaformann í Føroyum. Esmar nýtti eisini høvið í røðuni, at minna á, hvussu umráðandi tað er at roynd grindafólk, føra teirra vitan innanfyri grind víðari til yngra ættarliði.

Fyri eini tíð síðan fekk felagið nýggja talgilda limaskipan, og heitti nevndin á limir, sum ikki longu høvdu gjørt tað, um at tilmelda seg av nýggjum umvegis nýggju limaskipanina, sum liggur á heimasíðuni gmf.fo

Á aðalfundinum bleiv eisini kunngjørt, at Fiskimálaráðið fer at skipa fyri nýggjum mønustingaraskeiðum í komandi mánað. Mikudagin tann 8. mai kl. 18:00 verður skeið í Eysturskúlanum í Tórshavn, og 10. mai í miðnámsskúlanum í Grønadali í Suðuroy.

Ymisk onnur mál vóru viðgjørd, sum t.d. ætlan um nýggjan undirvísingarfilm um grind, ferðamannaskip, springaraveiða, aktivistar, miðling, skera á háls o.s.fr.

Allir nevndarlimirnir sum stóðu fyri vali, tóku við afturvali, og onki annað valevni varð í uppskoti.

Eftir fundin skipaði nevndin seg óbroytt, sum er:

Formaður: Esmar Joensen, Hvítanes

Næstformaður/peningarøkil: Tóri Simonsen, Hvannasund

Skrivar: Bjartur Tórhalsson, Vestmanna

Eykavaldur: Bogi Hansen, Runavík

Eykavaldur: Eyðstein í Løðu, Bøur

Eykavaldur: Ragnar Jacobsen, Miðvágur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder