Grindamannafelagið havt aðalfund
Leygardagin í farnu viku hevði Grindamannafelagið aðalfund, umframt vanligu skránna sum varð sambært viðtøkunum, nýtti starvsnevndin høvið at takka undanfarna formanni, Ólavur Sjúrðaberg, fyri øll árini hann hevur siti sum formaður í felagnum. Sum minnið um tíðina, handaði Ragnar Jacobsen ein málning, sum Livar Nysted hevur málað til høvið.
Á fundinum varð eisini nevndarval, og nevndin hevur síðani skipa seg soleiðis.
Esmar Joensen (Hvítanes), formaður
Tóri Simonsen (Hvannasund), næstformaður og peningarøkil
Bjartur Tórhalsson (Vestmanna), skrivari
Ragnar Jacobsen (Miðvágur), tiltakslimur
Eystein Í Løðu (Bøur), tiltakslimur
Bogi Hansen (Runavík), tiltakslimur
Fundurin endaði við, at Bjarni Mikkelsen lívfrøðingum, hevði eina áhugaverdari framløgu um útbreiðslu, familjubond, føði og merking av grind og springara.
Nýggja nevndin fer framhaldandi at arbeiða við, at fáa fleiri gjaldandi limir í felagið, og til hetta er verður víst til nýggju heimasíðuna: https://gmf.fo
Her ber til at skráseta seg sum lim í felagnum, og síðani verður limagjaldið goldið sjálvvirkandi í oktober mánað. Limagjaldið er einans 200,00 kr./ár fyri einstaklingar, og 700,00 kr./ár fyri virkir, stovnar og feløg.
Limir sum áður hava fingið vanligt bræv við uppkravi, og sum framvegis ikki hava skrásett seg á heimasíðuni, verða bidnir um at skráseta seg av nýggjum á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald