Glasir hevur nevniliga gjørt avtalu við grønlenska handilsskúlan “Ninuuk”, sum eisini hevur hægri útbúgvingar á skránni, um at samstarva innan yrkisakademiskar útbúgvingar. Lagt verður til brots í heyst, tá báðir skúlarnir byrja við nýggjum flokki innan Fíggjarbúskap. Hettar er 4. Ferð, at Glasir bjóðar út Fíggjarbúskap sum yrkisakademiskan fulltíðarlestur, men hesuferð verður tað eitt sindur meira spennandi og kanska eksostiskt eisini.
Ætlanin er, at flokkarnir í Føroyum og Grønlandi koma at samstarva um vekætlanir frá fyrasta degi, soleiðis at tey lesandi eisini fáa gott innlit í støðuna hjá hvør øðrum. Og so er ætlanin sjálvandi eisni, at flokkarnir koma at vitja hvønn annan. Tað er ikki ódýrt at ferðast millum londini, men arbeitt verður við fígging til túrarnar, eins og tey lesandi sjálvi koma at arbeiða við “innsavnandi” verkætlanum.
Freistin at søkja inn á Fíggjarbúskap á Glasi er nú 1. Juli, men til ber eisini at senda inn umsókn seinni, um pláss eru tøk, og tað eru tað í løtuni. Nærri kunning á www.glasir.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald