Mentan

Geytin 2024

Spenningur í luftini! Føroya bestu stuttfilmar skulu kjósast 9. februar kl. 19.

2024-01-30 08:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Aftur í ár skulu Føroya bestu stuttfilmar kjósast. Norðurlandahúsið borðreiðir við einari filmsskrá, ið røkkur evnisliga víða. Víst verður alt frá føroyskum animatiónsfilmi, absurdum familjuveitslum, fordómum, strongdum par- og vinarløgum, sjálvmorði og sorg á filmsdúkinum hetta kvøldið.

Úrvalsnevndin, hevur eftir drúgva gjøgnumgongd av 11 filmum, valt at senda fimm stuttfilmar víðari í kappingini.

Tey nomineraðu eru:

  • Andrias Høgenni við filminum, “Lið við lið”
  • Brandur Teitsson við filminum, “Undir”
  • Katrin Joensen-Næs við filminum, “SÆLA”
  • Terji Mohr við filminum, “Død af Grin”
  • Tóki Jansson við filminum, “Óveruliga verðin hjá Aldu”

Hesi eru í kapping um virðislønirnar; Geytin á 40.000 kr, latið av Runavíkar kommunu, og Áskoðaravirðislønina á 30.000 kr, latið av Tórshavnar kommunu.

Útyvir hetta verður ein serstøk umtala (en: special mention) latin filminum, “Føðingardagurin” hjá Tóri Mikkelsen. Filmurin vann 48-tíma kappingina, ið Klippfisk skipaði fyri í sambandi við Fjølmentanarvikuna í fjørð. 

Vertur hetta kvøldið er Eir í Ólavsstovu. Eir er kend fyri at standa bæði aftan- og framman fyri upptøkutólið. Hon hevur leikstjórnað bæði heimildarfilm og fiktión, umframt at skriva filmshandrit. Á Geytanum í 2022 gjørdi hon ikki mætari enn at fara av stað við báðum virðislønunum fyri heimildarstuttfilmin, “Sálarkvøl”. 

Í úrvalsnevndini fyri Geytan sita umboð fyri Filmshúsið, Kringvarp Føroya, Føroysk Filmsfólk, Filmsfelagið og Klippfisk.

Geytin skal birta, stimbra og eggja til áhuga fyri føroyskari stuttfilmslist. Geytakvøldið heiðrar føroyskari filmsframleiðslu og er eitt høvi fyri filmsfólk og filmsáhugaði at hittast.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder