Mentan

Fyrsta skráseting av Zoropsis eiturkoppi í Føroyum

Fyri nøkurm døgum síðani boðaði Fróði Heri Poulsen tyrluskipari frá, at teir høvdu funnið ein stóran eiturkopp uppi í simulator húsinum sum eingin kendist við, tað vísti seg at verða ein Zoropsis spinimana hon eiturkoppur, hann var funnin í pakninginum runt  fundamenti til nýggja tyrlu simulatorin sum teir seta upp í simulator húsinum uppi á Hálsi í Sørvági.

2024-01-22 19:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Orð og mynd Rodmund á Kelduni: Hettar er fyrsta skráseting av einum Zoropsis eiturkoppi í Føroyum, Zoropsis spinimana livur í londunum runt miðarhavið írokna Azorurnar, Madera, Kanariu oyggjar og Cap verde, hesin er tó komin úr einum økið skamt norðan fyri París.

Í uppruna økinum livir hann undir barki og steinum, hann gerð ikki spinn men liggur upp á lúr ella veiður aktivt um náttina.

Zoropsis spinimana eiturkoppurin er nú at finna spjeitt runt um í Europa og til Russlands og hevur hann spjeitt seg við ymiskum farma flutningi.

Í Danmark er hann bert funnin á tveimun lokalitetum í høvuðstaðar økinum, tað sama er galdandi í Onglandi, hann er tó sera sjáldsamur uttanfyrið uppruna økið, klimaði í norður Europa er ov kalt til at hann trívist í náttúruni, hann hevur tó yvirliva inni í bygningum og húsum har tað er heitt og føðin er atkomulig.

Um heystið spinnur honin eitt hylki har hon leggur eggini í og ansar eftur teimun til ungarnir eru klaktir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder