Mentan

Frida Poulsen fingið ph.d.-heitið

Seinnapartin vardi Frida Poulsen ph.d.-ritgerð sína um inklusjón í føroyska fólkaskúlanum, og fyri løtu síðani fekk hon ph.d.-heitið í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya.

2023-09-25 18:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Verjan var væleydnað, og dómsnevndin mælti einmælt til, at Frida Poulsen fær ph.d.-heitið.

Ph.d.-ritgerðin hjá Fridu Poulsen kallast "Inklusjón í føroyska fólkaskúlanum: Frá politiskari visjón til virkni í einum spenni millum almenna námsfrøði og sernámsfrøði".

Í metingarnevndini sótu Firouz Gaini, professari á Fróðskaparsetri Føroya (formaður), Stine Willum Adrian, lektari á Aalborg Universiteti og Tromsø Universiteti, og Vegar Moen, lektari á Stavanger Universiteti.

Høvuðsvegleiðari hevur verið Lotte Hedegaard-Sørensen, lektari á Danmarks institut for Pædagogik og Uddannelse, og Erika Anne Hayfield, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, og Kirsten Baltzer, lektari emerita, hava verið hjávegleiðarar.

Frida Poulsen hevur verið innskrivað á Námsvísindadeildini á Setrinum og á Danmarks institut for Pædagogik og Uddannelse. Granskingarverkætlanin hevur m.a. verið stuðlað av Granskingarráðnum.

Vit ynskja Fridu Poulsen hjártaliga til lukku við ph.d.-heitinum!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder