Mentan

Framvegis fuglakrím hjá villfugli í Føroyum - nú eisini hjá súlu

Sjúkan staðfest hjá fleiri fuglasløgum ymsastaðni í landinum.

2022-07-05 15:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Fleiri fráboðanir eru komnar um sjúkan og deyðan fugl. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur í mai og juni kannað sýni av 20 fuglum afturat ymsastaðni í landinum. Flestu kanningarnar vóru av skúgvi, harafturat vóru eisini kanningar av súlu, svartbaki, ternu, havhesti, ritu og dúgvu.

Av hesum vóru funnin positiv fyri fuglakrím, HPAI H5N1 í 9 skúgvum, 2 svartbakum og 2 súlum. Fuglarnir vóru umframt í Skúvoy, eisini funnir í Súðuroynni, Vágoynni, Streymoynni og Eysturoynni.

At fyglakrím varð staðfest í skúgvi og nú eisini í súlu var ikki óvæntað, eftirsum tey seinasta heyst staðfestu fuglakrím hjá skúgvi í Hetlandi og seinni eisini hjá súlu í Skotlandi. Svartbakur verður lættliga smittaður av fugli, sum hann tekur.

Mælt verður framvegis til, at fólk so vítt gjørligt byrgja fyri, at heimafuglur kemur í samband við villfugl, tað skrivar hfs.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder