Mentan

Frammi hagi var bestur í Kvívík

Leygardagin var seyðasýning í seyðahúsinum hjá Ognarhaganum

2022-10-27 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygardagin var seyðasýning í seyðahúsinum hjá Ognarhaganum, uppi á Símunarbrekku. Fimm hagapartar luttóku. Sýnarar vóru Kjeld, Arnjohn og Tórður. Íalt vóru 50 veðragjólingar og 6 veðrar sýndir. Virðislønir vóru latnar til bestu veðragjólingar nr. 1, 2, og 3. Bestu hagar nr. 1, 2, og 3. Besta veturgamla veðr. 1, 2, og 3. Besta eldri veðr. 1, 2, og 3.

Bestu veðragjólingar

1. Eigari Øssur Andressen,Frammi hagi

2. Eigari Magnus Magnussen, Frammi hagi

3. Eigari Øssur Andreassen, Frammi hagi


Bestu hagar

1.   Frammi í haga við 18,70 stigum í miðal

2.   Norði hagi 15,70 stigum í miðal

3.   Útihagi 15,33 stigum í miðal


Besti veturgamli veðrur

1. Eigari Øssur Andreassen, Frammi haga


Besti eldri veðrur

1.   Eigari Øssur Andreassen, Frammi haga

Vit vilja eisini fegin takka tykkum øllum, sum komu niðan í seyðahúsið. Eisini ein tøkk til tykkum, sum hjálptu til. Stuttligt at skipa fyri, tá ið undirtøkan er so góð. Sigast má at seyðaeigarar, dáma væl sýningina. Ætlanin er sjálvandi at hava sýning í komandi ári.

Vinarliga

Fyriskipararnir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder