Mentan

Fráfaringarløta á Skúlanum á Giljanesi

Í gjár var hugnaløta á skúlanum á Giljanesi, í samband við at Sanna Akselsen og Oddmar Ravnsfjall gevast sum lærarar á skúlanum.

2022-08-27 11:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sanna verður 67 ár í komandi viku og Oddmar verður 67 seinast í februar komandi ár.

Tey hava verið trúgvir tænarar á skúlanum, Sanna byrjaði á Giljanesi, sum vikarur í 1972, og Oddmar byrjaði í 1981, Oddmar tók læraraprógv í 1981 og Sanna tók prógv í 2007.

Skúlin bjóðaði køkur og kaffi.

Løtan á skúlanum í gjár var sera hugnalig, Finnur Joen Jacobsen, virkandi skúlastjóri, helt eina góða røðu, hann rósti Oddmari í mangar mátar, men serliga fyri hansara megnar arbeiði á Nordplus økinum, Finnur rósti eisini Sannu fyri hennara arbeiði á fleiri økjum, Finnur var næmingur hjá Sannu á Giljanesi fyri fleiri árum síðan, eisini tóku tey læraraútbúgving bæði í 2007, Finnur hevur eisini verið næmingur hjá Oddmari.

 Ásla Leila B. Johansen, forkvinna í menturnarnevndini í Vága Kommunu handaði Sannu og Oddmari gávur frá kommununi.

Oddmar fekk eisini heilsan úr Grønlandi frá Nordpluss samstarvsfelaga og Sanna frá vinkonum frá læraraútbúgvingini.

Thurid Olsen fyrrverandi lærari á skúlanum, fyrrverandi stjóri og varastjóri, hugleiiddi um Skúlan á Giljannesi frá byrjan til nú.

Tór Ingar Akselsen og Elin Akselsen framførdu tónleiik og sang, Oddmar sang og spældi gittar.

Vit tóku nakrar myndir.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder