Skúlin við Løgmannabreyt:
Eyðólv tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1983. Fyrsta árið var hann lærari á Føroya Barnaheimi og í 1984 byrjaði hann í Venjingarskúlanum og var har til 2011, tá hann kom í Skúlan við Løgmannabreyt.
Eyðólv fekk miðskeiðis í áttatiárunum tænastumannastarv og man vera ein av teimum seinastu, sum fekk tað, um ikki hin seinasti. Tilsamans hevur Eyðólv verið lærari í nærum fýra áratíggju.
Eyðólv hevur fyri tað mesta undirvíst í elstu flokkunum og lærugreinar hansara hava fyrst og fremst verið føroyskt, landafrøði og søga. Harumframt hevur samfelagsfrøði og kristni verið nógv á tímatalvuni.
Nú Eyðólv hevur valt at pensjonera seg og fara úr tænastumannastarvinum, missa næmingar og starvsfólk í Skúlanum við Løgmannabreyt ein vældámdan lærara við stórum alski til sítt yrki. Í læraragerninginum hevur Eyðólv verið røkin, stundisligur og altíð væl fyrireikaður - sjúkradagarnir hava verið sera fáir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald