2022-10-09 13:18
Tilnevnd eru tónleikaupplivingar í seks ymiskum bólkum. Til ársins hátíðarhald eru heili tvær framførslur tilnevndar, í hvør sínum bólki, har ein føroyskur tónleikari er partur av verkætlanunum. Tónleikarin er saksofonisturin Kristina Thede Johansen, ið er partur av framleiðslutoymunum á báðum verkætlanunum.
Tilnevningarnar eru
Best Opera: HjerteLyd
Best School Concert: CLASSICAL - Ensemble Eiradís
Fleiri tykkara kenna væntandi HjerteLyd, ið varð framført fyri umleið 250 pinkubørnum í Føroyum í juni, og saksofonkvartettin Eiradís hevur áður verið partur av Listaleypinum við verkstovuni “Eg, tónaskaldið”, umframt fleiri kirkjukonsertir kring landið.
Ein altjóða dómsnevnd ger av, hvør ið vinnur innan hvørjum einstaka bólki, men ein áskoðaravirðisløn verður eisini handað. Til ber at fara inn á www.yamawards.org og atkvøða fyri konsertunum, ið síðani kunnu vinna ársins Public Award (áskoðaravirðislønin). Fyri tey ágrýtnu kann nevnast, at til ber at atkvøða einaferð um dagin. Atkvøðugreiðslan krevur, at ein ger sær ein brúkara, men hetta er skjótt og lætt - og eingin tíðindaskriv fylgja við.
Virðislønirnar verða avdúkaðar 18. oktobur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald