Mentan

Føroyska Bíbliufelagið vitjar Skála kirkju

Føroyska Bíbliufelagið vitjar Skála kirkju  í dag

2024-02-25 09:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Í dag, sunnudagin 25. februar kl. 11, luttekur Føroyska Bíbliufelagið í gudstænastuni í Skála  kirkju, har forsetin Jógvan Fríðriksson biskupur, prædikar. Kunnað verður um Bíbliufelagið og høvið  verður at hitta stýrið aftaná gudstænastuna.  

Føroyska Bíbliufelagið er felagskirkjuligur felagskapur, og umboðar flestu kirkjum og samkomum í  landinum. Endamálið er at útgeva og útbreiða Bíbliuna og bíbilskt tilfar, til allar føroyingar, so øll  skulu hava møguleika at lesa Bíbliuna.  

Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum verður fíggjað av stuðlum og gávum, og møguleiki er at tekna seg til at  stuðla Bíbliufelagnum umvegis heimasíðuna www.biblia.fo  

Í løtuni arbeiðir Bíbliufelagið við nýggjari Bíbliuútgávu, sum Hans Jacob Joensen, fyrrverandi  biskupur og David Johannesen hava umsett. Hetta er fyrsta bíbliuumsetingin úr grundmálunum,  síðani 1961.  

Arbeitt verður eisini við at endurskoða Nýgga Sáttmálan, ið er gerandismálsútgáva av nýggja  testamenti.  

Ein partur av Føroyska Bíbliufelagnum eitur Spírar, og ger talgilt barnartilfar á føroyskum. Á  heimasíðuni www.spirar.fo er nógv spennandi og mennandi tilfar, sum øll føroysk børn kunna síggja  gott og ókeypis føroyskt tilfar á netinum.  

Føroyska Bíbliufelagið stuðlar eisini bíbliuarbeiði í øðrum londum. M.a. hava føroyingar stuðla  Ukrainska Bíbliufelagnum og sjónvarpsrásini Sat 7, ið ger kristiligar og mennandi sendingar, ið  síggjast í stórum parti av Miðeystri.  

Meiri fæst at vita um Bíbliufelagið á www.biblia.fo ella ringja á 787826.  

Vinaliga vegna 

 Jógvan Fríðriksson Bergur D. Joensen Bergur D. Joensen  Forseti Formaður Formaður


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder