Í stóru fólkaheilsukanningini hjá Fólkaheilsuráðnum “Hvussu hevur tú tað? 2019”, har 6.000 føroyingar í aldrinum 18-85 ár úr øllum landinum vórðu spurdir um heilsu- og trivnaðarstøðu, vóru eisini spurningar um, hvussu virkin fólk eru í ABC virksemi. ABC virksemi merkir, í hvønn mun fólk fáast við virksemi, sum er í samsvar við ABC boðskapirnir í ABC fyri sálarliga heilsu; ver virkin, ver saman og ver hugbundin. Nærum 3.000 føroyingar valdu at luttaka, og tí gevur kanningin okkum eina góða mynd av ABC virksemi og heilsustøðu í Føroyum.
ABC virksemi
Kanningar, ið eru gjørdar frammanundan vísa, at fólk, ið eru virkin á ymsan hátt, eru í felagsskapum og eru hugbundin í virksemi, sum gevur teimum eina kenslu av meining, hava betri sálarliga heilsu og heilsu sum heild enn onnur, sum ikki eru tað. Tí ynskti Fólkaheilsuráðið at fáa eina mynd av, hvussu virknir føroyingar eru í ABC virksemi. Í kanningini vóru 7 spurningar um ABC virksemi: 4 spurningar um at vera virkin (fevndi um at vera likamliga, sálarliga, sosialt og andaliga virkin), 2 spurningar um at vera saman og 1 spurningur um at vera hugbundin. Út frá hesum 7 spurningum varð gjørdur ein ABC stigi, ið er eitt samlað mát fyri ABC virksemi. Stigin gongur frá 3-15, og fólk fingu stig alt eftir, hvussu virkin tey søgdu seg vera – jú hægri stig jú meira virkin. Síðani blivu tey svarandi deild í tríggjar bólkar: lágt ABC (skoraðu 20% lægst), miðal ABC (tey í miðjuni) og høgt ABC (skoraðu 20% hægst)
Figur 1: vísir prosentpartin av, hvussu virkin man er í ABC virksemi býtt á aldur og kyn
Sum heild eru tað fleiri kvinnur enn menn, sum siga seg vera meira virknar í ABC virksemi– og tí skora hægri á ABC stiganum.
Fyri menn sæst ein týðiligur samanhangur millum aldur, og hvussu virkin man er í ABC virksemi. Yngri menn eru mest virknir í ABC virksemi og síðani minkar virksemið við aldrinum t.d. sæst, at 33% av monnunum í aldrinum 18-29 ár skora høgt á ABC stiganum, og er hetta einans galdandi fyri 15% fyri menn eldri enn 45 ár.
Tað sæst ikki á sama hátt ein samanhangur millum aldur og ABC virksemi fyri kvinnur, og eru kvinnurnar meira javnt virknar tvørtur um aldursbólkar.
ABC virksemi og heilsustøða
Í kanningini spurdu vit fólk, hvussu tey mettu sína heilsustøðu at vera, og hvussu tey mettu sítt lívsvirði at vera. Vit hava hugt eftir, hvussu fólk hava svarað alt eftir, hvussu tey hava skorað á ABC stiganum:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald