Føroyar tørva eitt Hospice til ólekiliga sjúk
Vit hava nógv starvsfólk, sum gera eitt sera stórt arbeiði innan heilsu- og sjúkrarøkt og palliativa viðgerð, tá vit sum menniskju koma í støður, har viðgerðin krevur serliga vitan og umsorgan - og tað er sera gott, at tað er eitt øki, sum verður raðfest.
Palliativa deildin á Landssjúkrahúsinum ger eitt sera gott arbeiði, og umsorganin fyri sjúklingi og avvarðandi er fyrimyndarlig.
Eg haldi, at sjúklingar, sum seinastu tíðina av lívi sínum tørva, at familja og sjúkrarøkt er um tey, eiga at vera á einum tryggum og friðsælum stað, har tey nærmastu og røkt er um tey 24/7.
Hyggja vit eftir londunum kring okkum, so er hetta økið nakað, sum er væl útbygt, og mugu vit her heima eisini koma til tað politisku niðurstøðu, at her skal eisini verða eitt stað, har ólekiliga sjúk fólk kunnu koma at vera seinastu tíðina og fáa alla neyðuga hjálp og lætta.
Á einum Hospice er fokus á umsorgan, hentleikar og lívsdygd hjá einum persóni, sum er ólekiliga sjúkur. Eitt Hospice hevur atknýtt fakfólk sum læknar, heilsurøktarar, fysioterapeutar, prestar o.a. - og er sostatt designað til endamálið.
Taka vit til dømis Danmark, so eru Hospice spjadd út geografiskt og er støddin millum 9 og 24 pláss á hvørjum stað.
Tað er ein sera stór og órímilig ábyrgd at leggja á makan ella børn og næstringar, at hesi einsamøll skulu vera um sjúklingin alt døgnið - og bara fáa vitjan av og á av heilsu- og sjúkrarøktarfólki.
Eg fari tí at arbeiða fyri, at landið, saman við kommununum, kann viðvirka til, at eitt slíkt frístað verður sett á stovn.
Gerast má eitt fyrireikandi fakligt arbeiði, har lýst verður nærri, vavið á tørvinum á palliativari viðgerð, hvussu eitt Hospice kann skipast innihaldsliga og bygnaðarliga, kostnaðarmeting fyri rakstur og íløgur (keypa ella byggja), fígging, Hospice í øðrum londum o.a.
Hetta er eitt mál, sum vit breitt politiskt eiga at taka hendur saman um at fáa avgreitt.
Johan Dahl
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald