Mentan

Føroyar Svøríki á Hálsi 3. apríl

Í føroyskum hondbólti hevur javnvágin millum kynini vanliga verið góð. Ofta hava kvinnurnar gingið undan, og vit skulu minnast til, at tað vóru kvinnur, sum byrjaðu at spæla hondbólt á Vaglinum í Havn í 1928. (HSF)

2024-03-20 11:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Í føroyskum hondbólti hevur javnvágin millum kynini vanliga verið góð. Ofta hava kvinnurnar gingið undan, og vit skulu minnast til, at tað vóru kvinnur, sum byrjaðu at spæla hondbólt á Vaglinum í Havn í 1928.
Tað eru fleiri gentu- og kvinnulið enn dreingja- og manslið í føroyskum hondbólti.
Í teimum trettan hondbóltsfeløgunum í landinum eru átta forkvinnur og HSF hevur eina forkvinnu.
Mikudagin 3. apríl hava vit í føroysku hondbóltsfamiljuni enn eitt gylt høvi at vísa, at vit stuðla kvinnulandsliðnum.
Lat okkum hjálpast at fylla høllina á Hálsi tá A-landsliðið hjá kvinnum møtir heimsstjørnunum úr Svøríki í EM undankappingardysti mikudagin 3. apríl.
Hetta er næstseinasti dysturin í hesi undankappingini, og Føroyar spælir fyri einum plássi til sjálvt endaspælið, sum verður seinni í ár, dagarnar 28. nov til 15. des í Eysturríki, Ungarn og Sveis.
Tann seinasti dysturin er móti Íslandi í Hafnafirði sunnudagin 7. apríl.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder