Fyri at fyribyrgja lógarbrot og sum fortalarar fyri góðum atburði og góða tónanum á netinum vilja Føroya Politi og Dátueftirlitið minna á, at tað er týdningarmikið at hava fyrilit fyri øðrum og vísa sama góða atburð á netinum, sum vit leggja okkum eftir í vanliga lívinum.
Føroya Politi fær av og á fráboðanir um hóttanir á netinum og vil minna borgarar á at vanda sær um málið og ikki at missa tamarhaldið, tá ið sitið verður við skíggjan.
Á Dátueftirlitinum koma javnan fráboðanir frá borgarum, ið kenna seg útstillaðar ella ærumeiddar vegna óynsktar myndir á netinum.
Føroya Politi og Dátueftirlitið vilja við hesum minna á, at dátuverndarlóg og revsilóg eru eisini galdandi, tá tú ferðast á netinum. Vit heita á øll um at hava ein góðan og siðiligan atburð - eisini á netinum.
Mentan
Føroya Politi og Dátueftirlitið: Minnist til at vísa góðan atburð á netinum
Føroya Politi og Dátueftirlitið uppliva tíðum, at tónin á netinum er í so harður og atburðurin í so ljótur.
2023-06-27 10:23
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald