“Vit hava fingið samhaldsfesti inn aftur í skattastigan, og flatskatturin er nú søga,” stendur í fráboðanini.
Kommunuskatturin er flatur
Tá føroyingar rinda skatt, so fer ein partur av pengunum í landskassan meðan restin fer í kommunukassarnar. Landsskatturin er stighækkandi (tær hægstu inntøkurnar rinda mest), meðan kommunuskatturin er nógv flatari enn sonevndi flatskatturin nakrantíð var. Har kunnu øll tjena 30.000 krónur skattafrítt, og av restini rinda øll eitt og sama skattaprosent. – Flatt sum ein pannukaka.
Ein tikkandi bumba
Stóra avbjóðingin hjá kommununum tey komandi árini verur eldraøkið. Talið av eldri borgarum veksur nógv, og vit vita, at kommunurnar eru um at missa tamarhaldið, tí útreiðslurnar vaksa nógv skjótari enn inntøkurnar. Um landsins myndugleikar einki gera við hetta innan heilt stutta tíð, so noyðast kommunurnar at hækka skattin - flatskattin.
Spurningurin er so: Hvat ætlar landsstýrið at gera við tað?
Eg havi enn ikki hoyrt um nakra ætlan, ið kann loysa hendan trupulleikan so skjótt, at kommunurnar klára at fylgja við. So meðan fagnaðarrópini runga um, at flatskatturin er søga, so er væl slóðað fyri eini nýggjari útgávu av flatskatti. Um einki verður gjørt nú við at fíggja eldraøkið, so fer flati kommunuskatturin skjótt at hækka.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald