2022-06-03 08:15
Á framsýningini eru umleið 30 verk við.
Tað sum yvurskriftin fyri framsýningina sipar til, er at Finleif Mortensen vil ikki seta seg sjálvan í bás sum listamann og bert mála tað hann plagði, so umframt tað traditionella myndaevni við Føroyskum bygdaløgum eru fleiri abstraktir málningar við umframt nøkur verk við blandaðari tøkni. Teir abstraktu málningarnar liva sítt egna lív og eru ikki bundnir av nøkrum ávísum motovi, men eru heldir ein sansalig uppliving í litum, formum og linjum. Tað traditonella myndaevni lýsir Føroyska bygdalagið á ein fríðan hátt har litirnar flóta inn í hvønn annan og geva ein hugfarsliga bygdamynd.
Framsýningin letur upp á Mentanarnáttini kl. 15.00 - 23.00, Leygardagin og til týsdagin 7. juni er framsýningin opin frá 14-19.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald