Mentan

Fest í Vælhøll - Føroysk ross

Kom við á Festívalhöll 7 - 8. juli. 

2023-06-29 11:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Felagið Føroysk Ross bjóðar á Víkingafestivalin, sum verður á Sandi vikuskiftið 7 - 9. juli. 
Tú sleppur ókeypis á festival við tínum rossið. 
Felagið betalur fyri flutning og ornar fyri beiti. 
Spenn tær beltið og legg grímuna á rossið, so fara vit at stuttleika okkum saman. 
Fríggjadagin verður ein kapping har avbjóðingin verður at fara gjøgnum eina forðrabreyt við rossinum. Kappingin verður tillaga og skipað soleiðis, at øll kunnu vera við og dentur lagdur á djóravælferð, samstundis sum tað verður stuttligt og avbjóðandi. 
Leygardagin verður ein heldur øðruvísi kapping, sum er spildurnýggj fyri Føroyar. Ein myndakapping. Royn tínar kreativu førleikar og pynta rossið í gomlum ella víkingastíli. Ein professionellur fotografur tekur so myndina, ið tú sleppur at eiga. Besta myndin (flottast pyntaða rossið) vinnur kappingina. 
Melda til við at svara hesum teldupostinum, so fært tú nærri kunning sendandi.

Um tú ivast í onkrum ella hevur spurningar, ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband við Elisabeth Niclasen, á telefon nummar : +298 590027

Vit gleða okkum at hoyra frá tykkum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder